Hava ongantíð havt betri møguleika enn nú

- Vit hava eitt gott útgangsstøði, sigur Magnus Tausen undan dystinum hjá føroysku flogbóltskvinnunum móti Kýpros.

Í kvøld hava føroysku flogbóltskvinnurnar møguleikan at skriva søgu, um tær vinna bólkin í EM/HM-kappingini, sum í hesum døgum er í Føroyum.

 

Mánakvøldið vunnu Føroyar 3-0 á Kypros og í gjárkvøldið vunnu Føroyar 3-0 á Liktinstein, og í kvøld klokkan hálvgum sjey verður so sjálv finalan í bólkinum ímóti Kypros.

 

Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, er bæði errin og stoltur av avrikinum hjá flogbóltskvinnunum higartil.

- Teir hava víst øllum, at tær eru fantastiskar, sigur hann.

 

Føroysku flogbóltskvinnurnar hava longu tryggjað sær luttøku í EM, tí tær enda millum tvey tey bestu liðini í hesi kappingini, meðan dysturin í kvøld avger, hvør sleppur at luttaka í HM eisini. Í ljóðbrotinum greiðir Magnus Tausen frá, hvussu leiðin víðari verður.

 

Bara tveir dystir eru eftir í kappingini. Í løtuni spæla Írland og Liktinstein, og í kvøld klokkan hálvgum sjey altso Føroyar og Kypros.

 

Og Rás 2 fer at siga beinleiðis frá eisini hesum dystinum, og byrja vit eitt korter áðrenn dystarbyrjan, altso klokkan eitt korter til sjey.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magnus Tausen.