Avgustarnir, sum seinastu dagarnir hava svomið í Sundalagnum, har tveir teirra higartil eru deyðir, hava valla áður sæð land.
– Teir eru vanir at svimja í vektloysi á opnum djúpum havi, og tí hava teir stórar trupulleikar, tá teir koma nær landi og gera landgongd, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, sum seinastu dagarnar hevur brúkt nógva tíð í Sundalagnum, og sum eisini var á staðnum í seinnapartin sunnudagin.
In.fo hitti Bjarna Mikkelsen í fjøruni við Norðskála beint norðan fyri brúnna um Streymin. Har lá avgusturin, sum doyði í gjár. Hann hevur ligið hinum megin sundið seinastu dagarnar, í Nesvík, har ein annar avgustur eisini lá deyður.
– Klokkan hálvgum sjey sunnumorgunin var hann á lívi hinumegin. Hann hevur síðani svomið yvirum, og er deyður einaferð fyrr í dag, segði Bjarni Mikkelsen.
Hin avgusturin lá sunnudagin á Oyri sunnan fyri Brúnna. Hann er flotnaður, eftir at hava ligið deyður í Nesvík Streymoyarmegin seinastu dagarnar.
– Hann er óivað flotnaður, tá bruni er komin í hann, og hann er vorðin lættari í sjónum, sigur Bjarni Mikkelsen.
Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER