Hava roynt í nógv harrans ár - og royna enn

Nú eru røddir frammi um at broyta reglurnar, so at Føroyar kunnu vera við á jøvnum føti - í hvussu so er partvís

Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið ársfund í Helsingfors í Finnland. Í ár eru tað 70 ár síðani Norðurlandaráðið varð sett á stovn. Føroyar hava roynt í nógv harrans ár at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men higartil hevur tað verið til fánýtis.

Kaj Leo Holm Johannesen er føroyskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum og sostatt hevur hann ábyrgd av at samskipa norðurlendska samstarvið, bæði innanlands í Føroyum og ímillum hini norðurlondini.

– Tað, sum serliga hevur føroyskan áhuga er, at fáa fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum,  sigur Kaj Leo Holm Johannesen í tíðindaskrivi. Hann vísir á, at eitt samt Løgting tekur undir við hesum og tí er tað framvegis eitt mál, arbeitt verður við.

Tað, sum vanliga verður ført fram er, at í Helsingforsavtaluni, ið er lógargrundarlagið undir Norðurlandaráðnum, stendur, at tað eru bara sjálvstøðug lond, sum kunnu verða fullgildugir limir.

Men nú hevur Bertel Haarder, norðurlandaráðslimur fyri Danmark, mælt til at broyta Helsingforsavtaluna. Eitt, hann sipar til, er, at tað er ein treyt í avtaluni, at samtyktir skulu vera einmæltar tá ið grundleggjandi avgerðir skulu takast. Soleiðis kann eitt einstakt land forða fyri broytingum, og tí er vandi fyri, at tann sum ikki vil hava nakrar broytingar, hevur størst vald.

Eitt annað uppskot er, at Helsingforsavtalan verður broytt soleiðis at Føroyar kunnu taka lut á javnbjóðis fóti við hini norðurlondini á økjum, sum Føroyar hava yvirtikið. Íslendski forsætisráðharrin tók undir við hesum og segði, at hon stuðlaði hesum til fulnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sjálvur hevur hann ført fram, at tað er bara Føroyar, sum kunnu umboða Føroyar í málum, sum hava yvirtikið. Tað er ikki ábyrgdarfult, at lata onnur umboða okkum, tí tey hava ikki innlit í okkara viðurskifti

Á myndini er Kaj Leo Holm Johannesen saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum