Special Olympics eru leikir fyri menningartarnað og føroyingar luttaka í hesum døgum á fyrsta sinni. 2.500 ítróttarfólk úr 27 londum luttaka og ÍSB hevur sent 8 ítróttarfólk avstað. Svimjarar eru Durita Strøm, Halla Poulsen , Símun P. Zachariassen og Jimmy Nielsen. Rennarar eru Unn Mortensen, Jóhanna Maria Niclasen, John Joensen og Jonhard Haraldsen.
Tá vit prátaðu til Hálands í gjár fyrrapartin, visti væl við hjá føroysku luttakarunum. Ódnarveður hevur verið á leiðini, so sjálv setanin varð avlýst, men tiltak fór fram undir taki ístaðin.
Bólkingar fara fram eftir fyrstu innleiðiandi umførini. Tá vit prátaðu høvdu genturnar runnið 100 metrar og tað gekk væl. Eisini høvdu genturnar svomið og væl gekk. Finala skuldi vera í gjárkvøldið. Seinnapartin í gjár skuldu John og Jonhard renna 5000 metrar. Eins og mangar aðrar, verða finalur í renning hósdagin ella fríggjadagin.
Nógvar rættiligar ítróttarstjørnur eru á stevnuni og eftir ætlan skuldu føroysku luttakararnir í gjár hitta fimleikastjørnuna Nadja