Hava tamarhald á oljudálking á Havnarvág

Væntandi er oljan tikin upp í morgin

Tað er tamarhald á støðuni. Tað sigur Albin Ísakson, átaksleiðari á branstøðini í Havn.

Beint fyri klokkan 11 í morgun ringdi MRCC til løgregluna at boða frá, at olja var farin á sjógv á Vestaruág.

Tað varð skjótt staðfest, at oljan kom frá trolaranum, Fram, sum lá við bryggju við Kjartansmola, sum er útgerðarbryggjan hjá Mest.

Fram bunkraði olju, men av onkrari orsøk fleyt yvir, og mett verður at einir 1.000 litrar av olju fóru á sjógv.

Tórshavnar Sløkkilið fekk boðini og tey fóru beinanvegin í holt við at fáa oljuna upp.

Átaksleiðarin sigur, at tey vóru so heppin við veðrinum, at oljan er rikin burtur frá Vágabotni og yvir ímóti dráttinum á Mest.

Sostatt er mesta oljan á sama staði, har hon er farin á sjógv.

Annars er ein tunn skón av olju á sjónum, og hon er farin eitt sindur víða. Men tað sær verri út enn tað er, tí tað er so lítið, at tað guvar burtur rættiliga skjótt.

Men átaksleiðarin sigur, at tey hava lagt gyrðingar út í morgun og tað er longu rættiliga nógv tikið upp.

Teir fara at leggja fleiri gyrðingar út, sum teir so taka upp aftur í morgin og tá væntar hann, at trupulleikin er loystur.

Vísir tað seg, at okkurt er eftir tá, sum kanska er rikið undir bryggjuna, taka vit tað haðani frá, leggur hann afturat.