Hava tikið yvir eina milliard úr fiskivinnuni

Útsøgning hjá fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard, um, at pengarnir arbeiða í vinnuni er beinleiðis skeiv. Seinastu 10 árini hava reiðarar tikið 1,03 milliardir út úr fiskivinnuni, og tað er sannlíkt, at nakrir fáir persónar taka 2,2 milliardir bara úr uppsjóvarvinnuni komandi fýra árini

Pengarnir arbeiða i vinnuni, sigur fiskimálaráðharrin, tá hann verður spurdur um, hví hann letur fiskirættindi út ókeypis, sum so kunnu seljast víðari. Men hendan útsøgning er beinleiðis skeiv. Pengarnir arbeiða ikki í vinnuni. Seinastu 10 árini hava reiðarar tikið 1,03 milliard úr fiskivinnuni, vísa tøl, sum Kári Petersen búskaparfrøðingur hevur greinað. Bara í uppsjóvarvinnuni er ein hálv milliard tikin út sum vinningsbýti seinastu fýra árini, og tað er sannlíkt, at 2,2 milliardir verða tiknar út komandi fýra árini.
Hetta eru 2 milliardir krónur, sum føroya fólk eigur í tilfeingi, og sum verður givið burtur til nakrar einstaklingar.
- Tað finst eingin góður háttur at deila so nógvar pengar út uppá. Tað verður í besta føri tilvildarligt, hvør fær veiðurættindi, í ringasta føri vina- og kenningapolitikkur, sum avgerð, hvør fær milliónir forerandi, sigur Kári Petersen. Hann heldur ikki, at tað er lógligt, at deila ríkidøminum hjá einum fólki út til einstaklingar á hendan hátt.
Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi reiðarafeløg hava eitt holdingsselskap, har tey seta vinningsbýtið inn. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinnnuna við hesum pengunum uttan at tað sæst á roknskapinum. Hinvegin kunnu eisini stórar nøgdir av peningi vera tiknar út, sum ikki síggjast í tølunum, til dømis um skip verða seld við loyvum fyri fleiri hundratals milliónir.

Einkarrætturin gevur stórt yvirskot
Stóru yvirskotini á hundratals milliónir krónur í fiskivinnuni standast av einkarrættinum, sum eitt felag fær, tá tað fær fiskirættindi. Orsøkin til, at landið skrivar einkarrættindi út, er, at tað er neyðugt at verja stovnin, men tað gevur tí felagnum, sum hevur rætt at veiða á stovinum fyrimunir, sum vísa seg í milliónaklassanum. Hetta yvirskotið átti sambært nógvum búskaparfrøðingum at farið í landskassan, men tað ger tað ikki - tað kann takast út sum vinningsbýti hvørt ár - og tað verður tað eisini gjørt, vísa tøl, sum búskaparfrøðingurin, Kári Petersen hevur gjørt útfrá roknskapargreining hjá granskoðaravirkinum, Januar. Kári Petersen hevur fyrr gjørt vart við, at hetta yvirskotið eigur at fara í landskassan, tí føroya fólk eigur tilfeingið, og einkarrættindi verða bara latin, fyri at stovnarnir ikki skulu avoyðast.

2,2 milliardir í fórið
Nýggja makrelavtalan førir við sær, at yvirskotið í pelagisku vinnuni verður enn størri, tí føroyingar fáa betur atgongd til stovnin. Haraftrat eru endurmetingar av stovninum gjørdar, og tað merkir, at veiðan verður enn størri og tískil verður avreiðingarvirðið størri.
- Yvirskotið hjá uppisjóvarflotanum hevur verið um 250 mió. kr. seinastu árini og eigararnnir hava seinastu árini tikið um 150 milliónir út í vinningsbýtið um árið. Komandi 4-5 árini fer yvirskotið í pelagisku vinnuni at vera góðar 750 milliónir krónur árliga, so roknast kann við, at eigararnir fara at taka sær um 5-600 milliónir út úr vinnuni um árið, sigur Kári Petersen.
- Hetta merkir, at yvir eitt fýra ára skeið kunnu eigararnir taka sær um 2,2 milliardir út í vinningsbýti. Hyggja vit at tølunum, hava feløgini seinastu trý árini tikið alt yvirskotið út, so tað er sannlíkt, at teir gera tað framyvir eisini, sigur Kári Petersen.

Útflutningsvirðið hækkar
Útflutningsvirðið hjá pelagiska flotanum var 400 milliónir í 2008-2009 og kom uppá góðar 1,03 milliardir í 2013. Frá og við í ár fer útflutningsvirðið at vera góðar 2 milliardir krónur orsakað av nýggju makrelavtaluni og endurmetingum av stovninum.
Tað er tí líkt til, at makrelveiðan í nøkur ár verður væl størri, enn hon hevur verið seinastu árini.
- ICES-fiskifrøðingar hava hildið makrelstovnin verið umleið 4 milliónir tons. Norðmenn halda hann vera umleið 9 milliónir tons. ICES mælti í fjør til, at heildarveiðan kundi vera 544 túsund tons. Nú heldur ICES, at ráðiligt er at fiska 890 túsund tons, sigur Kári Petersen.
- Hetta kundi verið eitt gott høvi til at sett gjald á tilfeingið. Avreiðingarvirði økist við 1.600 milliónum samanborið við 2009, har tað lá á 400 milliónum, men hetta hevur ikki fingið politkarar at broyta kós.
- Føroysku politikararnir velja heldur at taka hesa upphædd frá Føroya fólki og geva eina milliardagávu til nakrar fáar ríkar reiðarar í staðin fyri at selja veiðirættindini og geva vanligum løntakarum ein skattalætta á 2.500 kr. um mánaðin, sigur Kári Petersen.

3 milliardir úr pelagisku vinnuni
Leggja vit tær 500 miliónirnar aftrat, sum longu eru tiknar út úr pelagisku vinnuni, so eru vit uppi á 2,5 - 3 milliardum, sum nakrir einstaklingar kunnu taka sær til privata nýtslu bara í pelagisku vinnuni. Eru eigararnir umleið 10, so eru einar 275 milliónir krónur í part.
Kári Petersen sigur seg hava torført við at skilja, at politikararnir í Føroyum halda tað gagnar vinnuni í Føroyum, at nakrir fáir vinnulívsmenn fáa 2,2 milliardir. Hann hevur fyrr verið inni á, at mátin, sum fiskivinnan verður stýrd í Føroyum ríkar nøkur fá tilvildarlig fólk, og vit enda við at fáa eitt fámannaveldi. Tað vil siga, at at nøkur fá koma at eiga milliardir og harvið koma at eiga alt vinnulívið og koma taka allar stórar avgerðir í samfelagnum.
- Tað hevði verið nógv betri fyri føroyska búskapin, um politikararnir tóku eitt tilfeingisgjald, sum svaraði til virðið á veiðirættindunum, og góvu fólki ein skattalætta uppá 5-600 milliónir. Hetta hevði merkt, at skatturin hjá vanligum løntakarum hevði verið um 2.500 minni um mánaðin. Ein familja við tveimum inntøkum hevði sostatt kunna havt um 5.000 kr. meir í tøkari inntøku um mánaðin, sigur hann.

Vilja ikki loysa trupuleikan
Ein slíkur skattalætti hevði eisini økt keypsorkuna nógv í Føroyum og fingið virksemið í gongd aftur og kundi fingið fólkastreymin at vent aftur til Føroya í staðin fyri støðugu fráflytingina, sum hevur kostað Føroyum 2300 nettofráflytingar seinastu 10 árini, heldur Kári Petersen.
- Niðurstøðan má vera, at meirilutin av føroyskum politikarum ikki vil geva Føroya fólki skattalættan, sum kann geva hvørjari familju 5.000 kr. eyka meira um mánaðin at liva fyri. Teir vilja ikki hava gongd á búskapin aftur. Teir vilja heldur hava fólkafráflyting enn fólkatilflyting. Meirilutin av føroyskum politikarum vil heldur geva nøkrum fáum ríkum reiðarum 5-600 milliónir krónur um árið komandi fýra árini, so teir kunnu taka sær 2,2 milliardir út úr fiskivinnuni, sigur Kári Petersen.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur sagt, at tað ikki er gott fyri samfelagsbúskapin, at koyra eitt stórt tilfeingisgjald beinleiðis inn í fíggjárlógina, men hetta nýtist ikki at vera nøkur forðing, sigur Kári Petersen.
- Tað er møguligt at gera hesar broytingar í stigum, og tað er eingin ivi um, at selir landsstýrið veiðurættindini til fiskivinnuna, sum heild, er hetta ein varandi inntøka, sigur Kári Petersen. Tey tølini, sum hann byggir útrokningarnar á, sum her eru nevndar, eru einans fyri pelagisku vinnuna.