Hava uppiborið fakliga viðurkenning

Ein trupulleiki hjá heilsurøktarunum er at fáa fakliga viðurkenning.

Í hesum døgum har tað verður tosað nógv um menning og trivnað.

Um vit skulu fáa heilsurøktarar at trívast og støðast, skulu vit hava fakliga viðurkenning. Tískil skal ein hugburðsbroyting til fyri at venda gongdini. Tað snýr seg um, at fakbólkarnir kenna fakligu førleikarnir hjá hvørjum øðum og á tann hátt gagnnýta hann til fulnar.

Vit hava eina góða fleksibla útbúgvinging, har vit læra nógv um grundleggjandi og heilsufremjandi sjúkrarøkt, og síðani leggur utbúgvingin upp til at víðka um førleikan, alt eftir hvat fyri øki man starvast í. Útbúgvingin leggur eisini upp til tvørfakligt samstarv og at brúka hinar starvsbólkarnar optimalt, so at vit fáa eina góða dygd í sjúkrarøktini, og tað er kjarnan í okkara útbúgving. Heilsurøktarar hava sjálvstøðuga, løgfrøðiliga ábyrgd av sínum gerðum.

Vit hava longu nøkur góð arbeiðspláss, har røktarstarvsbólkarnir arbeiða meira tvørfakligt, og trivnaðurin er í hásæti, eisini á Landssjúkrahúsinum, tíanverri eru alt ov nógv av tí mótsetta eisini, har dupultfunktiónir eru og aðrir trupulleikar og har tann fakliga viðurkenningin manglar.

Vónandi fer tað ikki at taka so drúgva tíð, at fáa fakliga viðurkenning.

Nú útbúgvingin til heilsurøktara er komin til Føroyar, verður tað lættari at finna samleikan hjá heilsurøktaranum, tí tá skulu vit, heilsurøktarar og sjúkrarøtarfrøðingar, í felag læra næmingarnir upp.

Tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar pástanda, at um heilsurøktarar skulu útinna sjúkrarøkt á Landssjúkrahúsinum er vandi fyri, at røktin versnar og at hetta rakar sjúklingarnar, er tað ein pástandur sum vit als ikki kunnu taka undir við.

Tað ræður um at gagnnýta alt tað tilfeingi vit hava og at síggja møguleikarnar.

Almanna-og heilsurøktarafelagið og Føroyska Psykiatrifelag.