Á virkinum Rock Trawl Doors í Vági hava teir úr at gera.
Hans í Líðini, stjóri á virkinum, sigur við Rás2, at 15 mans eru til arbeiðis á lemmavirkinum, og í løtuni er so nógv at gera, at arbeitt verður í skiftivaktum.
Hann sigur, at hesi árini hava teir selt nógvar lemmar í Íslandi, Grønlandi og Kanada, men í løtuni hevur felagið størsta eftirspurningin í Noregi.
Hann sigur, at norðmenn hava bygt nógv nýggj skip og av seks skipum, sum nýliga eru farin til fiskiskap, hevur Rock Trawl Doors selt lemmar til fýra av hesum.
- Flestu føroysk skip, sum fiska við lemmum, hava lemmar úr Vági.
Hans í Líðini sigur, at felagið í Vági leggur dent á dygdina, og tað eru skip, sum hava brúkt somu lemmar hjá Rock Trawl Doors í fleiri ár.
- Okkurt av teimum stóru føroysku skipunum man hava fiskað fyri tað mesta av einari miljard krónum við sama setti av lemmum frá okkum, leggur hann aftrat.
Rock Trawl Doors er javnan við á fiskivinnustevnum uttanlands, og tað er ikki minst á slíkum stevnum, at felagið fær fyrispurningar og fær møguleikan at senda tilboð upp á føroysku lemmarnar.
- Jú, hetta árið hevur verið rættiliga gott eftir okkara mátistokki, og hetta er ein spennandi tíð hjá okkum, har vit eisini arbeiða við at menna nýggj snið av lemmum, sigur Hans í Líðini í Vági við Rás2.