Rækjutrolarin Havborg hevur landað í Norra. Tað veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga. Skipið byrjaði túr hin 6. desember og hevur roynt við Svalbard.
Teir landaðu í Kårvik týsdagin, men sagt verður einki um, hvussu stór lastin var hesaferð. Týskvøldið í hesi vikuni varð kósin sett til Tromsø, har teir bunkraðu og tóku útgerð. Seint mikukvøldið varð loyst, og Havborg setti kós móti Svalbard.
- Rækjuprísurin er hampiligur í løtuni, og mett verður, at prísurin fer at halda sær, skrivar heimasíðan.