Havgird aftur á pall

Fólk hava nú aftur høvi at síggja leikin ?Havgird?, sum nólsoyingar framførdu í vár, og skulu til Íslands við í august til NEATA festival. Felagið er boðið at koma til Íslands á sjónleikafestival, nevndur NEATA. Hesin verður á Akureyri í august. Luttakandi bólkar eru úr øllum Norðurlondum og úr Baltikum.

Tessvegna verður leikurin settur upp enn einaferð áðrenn pallurin verður pakkaður niður og alt gjørt klárt at fara til Íslands.

Leikurin er væl hóskandi til útlendingar, av tí at nógv rørsla, sangur og tónleikur er í leikinum.

Framførslan verður í Royndarhúsinum í annaðkvøld kl. 19.30 ? Ternan siglir av Havnini kl. 18.00 ?

Møguleiki er at fáa eina heildaruppliving ? ein túr gjøgnum bygdina til Dianu Victoriu, sum Ove Joensen róði til Danmarkar, síggja sjónleikin ?Havgird? við frágreiðing um leiksøgunasøguna og aftaná leikin ein føroyskan bita og okkurt drekkandi í Royndarhúsinum, har møguleiki er at heilsa uppá leikararnar. Kvøldið endar við føroyskum dansi. Ternan siglir úr Nólsoy aftur kl. 22.20. Hetta tiltakið verður bert, um nóg nógv tekna seg.

Neyðugt er at keypa ella bíleggja atgongumerki innan kl. 17.00 í dag.

Pláss er bert fyri 50 áskoðarum, so tað ræður um at keypa/bíleggja í góðari tíð.

Atgongumerki kunnu keypast á kunningarstovuni í Nólsoy ella bíleggjast á tlf. 287119