Tá Rannvá Álaberg hevur fingið eina uppgávu í seyming, hevur hon ongantíð ivast, hvussu hon skuldi loysast, hon hevur altíð kent seg heima í seyming og øðrum handarbeiði.
- Tá onnur sita og hugsa, hvussu tey skulu gera, hevur tað ongantíð verið ein trupulleiki hjá mær, loysnin er bara har. Eg havi altíð vitað, at eg skal seyma, tá eg verið stór. Eg byrjaði at binda, tá eg var seks ár, og hondarbeiði hevur altíð verið tað, sum eg havi dugað.
Rannvá Álaberg er 38 ár og hevur útbúgving í klædnaatstøði.
Navnið RÁvøra fekk Rannvá sær, tá hon gekk í Tekniska skúla. Hon skrásetti navnið hjá Økisnøvnum, og í sjey ár rindaði hon fyri rættindi til navnið, tí ætlanin var at brúka tað einaferð, og 12. juni 2025 var rætta løtan komin, tí tá bleiv fyritøkan RÁvøra stovnað.
- Økisnavn sendur áminning ein mána áðrenn navnið skal endurnýggjast, annars dettur tað burtur. Hesaferð hugsaði eg, skal eg lata tað fara, ella skal eg gera okkurt við tað? Um eg taki stigið fult út, hvussu geri eg so, hvar byrji eg? Rávøra er tað tú brúkar at gera okkurt úr, men fyrstu bókstavarnir eru eisini forbókstavarnir hjá mær.
Rannvá Álaberg hevur altíð seyma, og hon er sannførd um, at seyming er nakað, sum hon altíð fer at takast við, tí visti hon at fór at hava seymistovu, sama um fyritøkan fór at ganga væl og bera seg, ella tað bert gjørdist eitt frítíðarítriv.
Ein vinkona hjálpti henni við øllum sum skal til, tá fyritøka verður sett á stovn. Seymistovan bleiv væl móttikin frá fyrsta degi, og áhugin bara veksur.
Á seymistovuni verða brúðarkjólar seymaðir til, knappar skiftir, buksur lagdar upp, jakkar fáa nýtt fóður og hol verða stoppað saman.
- Tað eru nógv sum vilja hava klæðini gjørt aftur, í staðin fyri at koyra tey burtur.
Rannvá Álaberg hevur eisini gjørt búnar til sjónleikir, sjónbandaløg, fimleikafagnaðin og annað.
Enn hevur Rannvá Álaberg bara vanligar seymimaskinur, men ætlanin er at fáa ídnaðarseymimaskinur, og tá verða møguleikarnir enn fleiri.
Vónar at hetta gerst fulltíðarstarv
Rannvá Álaberg arbeiðir hálva tíð á seymistovuni, fyrrapartar hevur hon annað arbeiði. Veruleikin er tó, at hon brúkar nógv fleiri tímar enn tað sum svarar til hálva tíð, summar dagar seymar hon til langt út á kvøldi, og í vikuskiftinum arbeiðir hon ofta 16 - 18 tímar.
- Eg gloymi klokkuna. Hetta er mítt lív, og oftast kennist tað ikki sum eitt arbeiði. Onkuntíð er tað stravið, tá okkurt er sum ikki riggar, men tá er gleðin stór, tá tað er liðugt, og tað er gjørt ordiligt, tí eg havi brúkt tíðina eg skal, og meira afturat.
Seymistovan er ikki opin fulla tíð, og tíð er neyðugt hjá kundum at biðja um tíð frammanundan. Tað hevur týdning hjá Rannvu at hava góða tíð til hvønn kunda. Hon leggur stóran dent á, at arbeiðið er væl úr hondum greitt. Tað týdningarmiklasta er, at kundin er glaður, men Rannvá skal eisini sjálv vera nøgd.
- Eg skundi mær ikki, tað nyttar ikki, tí tá skal tú bara gera tað umaftur. At koyra splittu í føroyskar buksur, kann eitt nú taka fýra tímar, tí tá skal seymast við hond, og alt skal passa saman. Onkuntíð heldur kundin, at alt sær gott út, men um eg síggi at okkurt feilar, biði eg tey líka bíða so eg fái orðnað tað, og tá síggja tey ofta eisini munin.
Rannvá Álaberg hevur eitt gott samstarv við Marjun Heimá, Sonju Design, Dianu og aðrar seymistovur, og hesar vísa til Rannvá Álaberg, tá tær ikki megna av avgreiða allar sínar kundar.
- Eg haldi ikki, at vit eru kappingarneytar, vit hjálpast, tí eingin av okkum fær gjørt alt, tá er gott at kunna vísa til onkran annan, og hetta gevur mær eisini góðar royndir.
Rannvá Álaberg hevur ongantíð ímynda sær at hon skuldi arbeiða við øðrum enn seyming og tónleiki, og soleiðis er tað eisini blivið. Hon hevur givið tónleik út, syngur kór, og minni enn eitt ár eftir at hon stovnaði egna fyritøku, er ferð á seymimaskinunum í seymistovuni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##



















