Pólland sendi jagaraflogfør avstað

Umframt, at jagaraflogfør vera send avstað, vera eisini loftverjuskipanir og radaraskipanir í Póllandi gjørdar virknar

Pólska loftverjan sendi jagaraflogfør á veingirnar, tá Russland framdi ógvuslig álop á Ukraina í gjár. 

 

Loftverjan í Póllandi sigur, at flogførini vórðu send avstað fyri at tryggja pólskt loftrúm.

 

Umframt, at jagaraflogfør vera send avstað, vera eisini loftverjuskipanir og radaraskipanir í Póllandi gjørdar virknar.

 

Seinastu dagarnar hevur Russland sent fleiri hundrað dronur móti Ukraina um næturnar.

 

Síðan hava teir eisini sent dronur og rakettir eftir landinum gjøgnum dagin.

 

Í Ukraina verður sagt, at hetta er ein nýggjur russiskur taktikkur - helst fyri at treingja ígjøgnum ukrainsku loftverjuna.

 

Hetta veit www.tv2.no at siga í morgun.