Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Í byrjanini av hesum árinum varð Uttanlandsdeild stovnað í Tinganesi, og har arbeiða nú fimm fólk.
Ein teirra er Kate Sanderson, sum fyri stuttum er byrjað at arbeiða á deildini.
Hennara málsøki eru at arbeiða við uttanlandssamstarvi, fiskatilfeingismálum og umhvørvismálum.
Fyri fimm árum síðan varð Kate Sandersonm sett sum stjóri á NAMMCO í Tromsø í Norðurnoregi. Hon var við til at byggja upp stovnin, sum er norðuratlantiskur stovnur fyri samstarvi um havsúgdjórini.
Starvið var tíðaravmarkað til fýra ár, men tá henda tíðin var av, varð starvstíðin longd fýra ár aftrat. Hon var miðskeiðis í næsta starvsumfari, tá hon við familjuni flutti aftur til Føroya.
Tá Uttanlandsdeildin lýsti eftir fulltrúa, gjørdi Kate av at søkja starvið, serliga tí hon og maðurin Carl Johan Jensen, rithøvundi, eiga tveir synir, sum nú eru átta og 10 ára gamlir. Foreldrini hildu tað verða best fyri teir at fara heimaftur, og at tíðin var búgvin nú.
Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja fulltrúanum var at fara til Kanada á ráðstevnu, har tey átta arktisku londini viðgjørdu umhvørvismál og burðardygga menning.
Royndir í altjóða samstarvi
? Kunnu tínar royndir í NAMMCO brúkast í nýggja starvi tínum?
? Eg havi arbeitt fyri ein lítan altjóða stovn, sum hevur givið mær innlit í hvussu samstarv virkar, og tað havi eg brúk fyri í mínum starvi í Tinganesi, sigur Kate Sanderson.
Umframt tað hevur ein stórur partur verið uppbyggingararbeiði, eitt nú við at knýta samband millum NAMMCO og aðrar stovnar, sum hava við umhvørvismál og tilfeingi at gera. Annar partur var at fylgja við úti í heimi, at vita hvussu tær avgerðir, ið vóru tiknar á hesum stovnum, virkaðu í verki.
Tá Kate Sanderson var sett sum stjóri á stovnurin í Tromsø, varð skrivstovan nýggj og skuldi byggjast upp. Fyrsta uppgávan var at upplýsta um stovnin og at seta seg í samband við aðrar stovnar.
Hetta er arbeiði, sum kann gagna í starvinum á Uttanlandsdeildini, hóast fiskivinnumál tekur Fiskivinnumálastýrið sær av.
? Eg havi í mínum starvi í Norgei fingið samband við nógv fólk í útlendskum umsitingum og felagsskapum aðrastaðni, og havi fingið innlit í, hvussu arbeiðið verður gjørt. Mínar royndir í NAMMCO eru ikki bara um hval og kóp, men eisini um ymisk sjónarmið, og hvussu tey ávirka, sigur Kate Sanderson.
Ræður um at knýta samband allar vegir
? Tá ið Føroyar einaferð fáa fullveldi, ræður um at vita hava samband út i heim. Ikki um Danmark, men eisini beinleiðis okkara egnu sambond.
? ES er ein týðandi samstarvspartur, men eg hugsi ikki, at vit bert skulu hugsa suðureftir. Føroyar eru ógvuliga sentralar í Atlandshavi, og norðureftir er samstarv við Ísland og Grønland. Beint í ein vestan er Kanada, USA og Suðuramerika og eisini strandalondini, so tað er ikki bert ES, sum er áhugavert hjá okkum at samstarva við.
? Havið hevur einki mark, og er eitt sambindingarlið til øll hesi londini. Hugsa vit soleiðis, so liggja Føroyar væl fyri, sigur Kate Sanderson.
Hon heldur, at tað ræður um at duga at halda frásjónina, tí føroyingar ikki fata havið, sum eitt mark.
? Ein tvístøða er kanska í Føroyum, tí vit eru umgird av havinum og síggja tað allastaðni. Er hugurin ikki so góður, og veðrið illsligt, so verða fólk tunglynt, meðan tað aðrir dagar er so klárt og vakurt, og útsýnið so langt, at tú kennir teg miðskeiðis í heiminum.
? Tað hjálpir at duga at síggja frásjónia ella perspektivið, tí tá sært tú báðar partar, sigur Kate Sanderson.
Hon uppfatar tað sum eina æru at fáa høvi at arbeiða á Uttanlandsdeildini. Hetta er spennandi og umráðandi øki, serliga við ætlanum hjá Landsstýrinum um fullveldi.
? Vit skulu hugsa frameftir, og skapa grundarlagið júst á uttanlandsøkinum, sum Føroyar einaferð í framtíðini skulu yvirtaka frá dønum, sigur Kate Sanderson.
Úr Australia til Føroya
Nýggi fulltrúin á Uttanlandsdeildini skuldi havt góðar møguleikar at arbeiða við uttanlandsmálum. Hon er ættað úr Australia, og kom til Føroya í samband við lestrarauppgávu í 1985.
Hon hevur universitetsprógv í fornenskum, málsøgu og bókmentir. Í hesi útbúgving var eisini norrønt mál, og tað var í hesum sambandi hon kom hendavegin.
Her hitti hon mann sín, giftist og fekk tvey børn.
Kate Sanderson hevur eisini arbeitt í Tinganesi áður, og hevur umframt tað skriva granskingarritgerð um hval og hvalaveiður gjøgnum tíðirnar. Hetta arbeiði gjørdi hon frá 1986- til 93, samstundis sum hon arbeiddi í Tinganesi og undirvísti í enskum á HF-skeiðnum.