Havið er havið og havið ber boð

Alla halgannadagur var leygardagin, og á Sjómansheiminum í Havn var minningarhald teirra sjólátnu.

Tað var í 1949, at løgtingið samtykti, at 1. november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu.


Ein virðiligur siður

- Við hesi avgerð varð ein virðiligur siður tikin upp, tí fáar tjóðir hava sum tann føroyska vágað so nógv á havinum, og fá fólk í heiminum hava verið so bundin at havinum fyri at tryggja sær lívsgrundarlagið, sum tey fólk, sum búgva á hesum klettum. Og fáar tjóðir hava lutfalsliga goldi havinum so dýrt sum tann føroyska tjóðin, segði løgmaður í røðu síni á haldinum á Sjómansheiminum.

- Havið er lívsgrundarlag okkara, og tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, er - og hevur leingi verið - høvuðstreytin fyri menningini av samfelag okkara, og høvuðstreytin fyri búskaparliga og harvið eisini mentanarliga framburði okkara. Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góða, segði Edmund Joensen, løgmaður.


Havið er annað enn ævintýr og dreymar

Hann nevndi, at flestu menn í Føroyum hava verið til skips, og havið dró teir heilt frá ungum árum. Men havið er so mangt annað enn ævintýr og kenslubornir dreymar, og tað hevur føroyingurin mangan sannað. Havið hevur mangan eirindarleyst kravt sín prís, og hesin hevur mangan verið tungur at gjalda.

Meira enn hundrað føroyskir sjómenn lótu lív undir seinna heimsbardaga, tá ið teir sigldu vandasjógv tey árini fyri at bjarga konu og børnum mat í munnin.

Løgmaður nevndi eisini, at júst í ár eru 40 ár liðin, síðan ?Stella Argus? gekk burtur við 22 monnum. Hetta var størsti missur Føroya síðani krígslok.