Havnar Fimleikafelag fyllir 95

Føðingardagurin er 9. desember, men longu komandi vikuskiftið verður felagið á Torginum í SMS

fimleikur

Fríggjadagin verður tombola og hugnabásur. Leygardagin verður tombola, hugnabásur, saltokapping, og stafettkapping á hondunum millum fimleikafeløgini. Havnar Fimleikafelagi hevur boðið hinum fimleikafeløgunum í landinum av, í einari saltokapping og í stafett á hondunum.
Eisini verður møguligt at vinna ein ferð við Atlantic Airways, um tú svarar spurnarblaðnum, sum fæst á torginum.

Hugnabásur og tombola
Havnar Fimleikafelag fer at vísa nakrar gamlar og nýggjar myndir, umframt at felagið fer at hava nakrar upplýsingar um felagið hesi árini, so sum hvørjir formenn hava verið og hvørji mannaði fyrstu nevndina. Eisini verður møguligt at seta seg niur og fáa eitt prát við kend andlit úr felagnum. Afturat hesum verður tombola á skránni.

Kappingar á torginum.
Leygardagin kl. 12.00 leygarmorgun verður ein saltokapping sett í gongd. Felagið hevur sett hinum fimleikafeløgunum í landinum stevnu og skulu tey í 2 minuttir, vita hvørt felag klára at gera flest saltoir. Feløgini fáa møguleika at nýta 3 fimleikarar. Bæði gentur og dreingir kappast.
Eisini verður stafettkapping. Hendan kemur at ganga fyri seg soleiðis, at fimleikararnir skulu ganga kapp á hondum. Vinnararnir fáa gávukort frá Bowlinghøllini.

Myndainnsavning.
Felagið er farið í holt við at gera sær eitt myndasavn. Endamálið er fyrst og fremst at ogna sær myndirnar, men um 5 ár, á 100 ára degnum felagsins, er ætlanin at hava stóra myndaframsýning, og er felagið tí áhugað at fáa so nógvar myndir sum gjørligt. Um onkur liggur inni við myndum, eru tey vælkomin at koma niðan á torgið við teimum. Felagið syrgir fyri at taka avrit av myndunum, so eigarin fær sína mynd aftur.