Havnar Svimjifelag vunnið flest gullmerki

Føroyameistarastevna í svimjing er hetta vikuskiftið í Havn

Annar dagurin í føroyameitstarastevnuni er farin afturum. Hetta vikuskiftið hava svimjarar úr

SuSvim, Havnar Svimjifelag, Reysti, Flot og Ægi kappast í svimjihøllini í Gundadali.

 

Fyri at luttaka á føroyameistarastevnu krevst at svimjarnir svimja undir eina kravtíð.

 

Fyrireikingarnar eru nógvar, og høllin verður prýdd, og sjónvarpið hevur sent beinleiðis í 25 ár, og hetta er við til at skapa sera hátíðarligu karmarnar um stevnuna

 

Størsti spenningur er ofta í 50 og 100 metra frí og í liðkappingunum.

 

Hjá hvinnunum vann Vár Erlingsdóttir Eidesgaard bæði 50 og 100 metra frí, og hjá monnunum var Róland Toftum bestur á 50 m frí, og Rókur Trygason bestur 100 m frí, og tað var dagsins yvirraskilsi, tí kappingin á hesum teininum hevur staðið millum Róland Toftum og Óla Mortiensen. Í 200 m bringu setti Rókur Trygvason somuleiðis juniormet við tíðini 2:18.95.

 

Í liðkappingini hjá kvinnum eru Ægi stinnastar og hava vunnið báðar liðkappingarnar. Tær sum svimja fyri Ægir eru Barbara Debes, Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir og Sólva Sigurðsson.

 

Menninir úr Havnar Svimjifelag hava vunnið báðar liðkappingarnar, ið higartil hava verið, og teir eru Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Bartal Erlingsson Eidesgaard og Johan Dam.

 

Hyggja vit at heiðurmerkjabýtinum, er Havnar Svimjifelag mest vinnandi felag við 17 gull, 14 silvur og 11 bronsuheiðurmerkjum. Ægir er næst við 7 gull, 9 silvur og 10 bronsu heiðurmerkjum.

 

Hjá kvinnunum hevur Vár E. Eisdesgaard úr Havnar Svimjifelag vunnið 8 gull heiðursmerki. Næst henni er Signhild Joensen úr Ægi við tveimum gull heiðursmerkjum í rygg. Signhild hevur somuleiðis klárað kravtíðina til HM. Nevnast kann eisini, at 14 ára gamla Rebekka Trygvadóttir fekk gull í 100 m bringu í harðari kapping Ásbjørg Hjelm.

 

Hjá monnunum hevur Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vunnið 7 gull, harav 2 eru við liðkappingini. Róland Toftum hevur vunnið 3 gull, Rókur Trygason 2 gull.

 

Í morgin endar endar kappigin, og tá er seinasti møguleiki hjá svimjarunum at náa kravtíðir til ymisku kappingarnar.

 

(Fleiri myndir síggjast HER)