Tá ið veðrið er til vildar, er ikki óvanligt, at lærarar og skúlabørn leita sær út í náttúruna at fáa ein øðrvísi uppliving enn hana, ið tú fær á einum skúlabeinki. Fyri tveimum vikum síðani vóru næmingar úr Havn á ferð á Slættaratindi.
Fleiri flokkar
Næmingarnir, ið gingu niðan á Slættaratind hendan góðveðursdagin, vóru úr einum 6. og einum 9. flokki í Kommunuskúlanum, og harumframt var ítróttarbreytin í 10. flokki eisini við á túrinum.
Ítróttarbreytin er eitt val, sum 10. flokksnæmingar í høvuðsstaðnum hava. Næmingarnir kunnu velja millum fleiri breytir, so sum list, ítrótt og annað, og hesa breyt hava tey ein stóran part av skúlatíðini. Fyri at fáa so nógvar breytir sum gjørligt við einum rímuligum næmingatali, virkar hetta tilboð tvørtur um skúlar, og tí er ítróttarbreytin í Kommunuskúlanum mannað við næmingum úr bæði Kommunuskúlanum og úr Venjingarskúlanum.
Ítróttarbreytin í Kommunuskúlanum hevur eisini eitt samstarv við ítróttarbreytina í Runavík, og júst í hesum døgum vitjar skúlaungdómarnir úr Havn í Runavík, har tey saman við næmingunum úr Runavík hava ymiskar kappingar, so sum postarenning kring Toftavatn og frælsan ítrótt á Svangaskarði.
Komandi vár koma næmingarnir úr Runavík so ein túr til Havnar, har skipað verður fyri líknandi kappingum.