Tað er framvegis tætt og spennandi, men eftir róðurin millum 10-mannaførini á vestanstevnu í Miðvági, er tað eingin ivi um, at tað er Havnarbáturin, sum má metast at vera FM favorittur.
Bæði Havnarbáturin og Ormurin hava sama stigatal, men gongdin tær báðar seinastu ferðirnar kann ikki bera boð um annað, enn at Havnarbáturin er betri fyri, enn Ormurin er tað.
Nú eru góðar tvær vikur til finaluna ólavsøkuaftan, og so fæst at síggja, um teir á Orminum fara at megna at finna tað fram, sum skal til at taka Havnarbátin. Tann av hesum báðum, sum verður fremri á ólavsøku, verður meistari.
Havnarbáturin hevði besta startin, og Havnarbáturin var fremstur allan kilometurin.
Teir á Orminum royndu at hanga í og eisini at bjóða av. Onkra løtuna tóktust teir at eta seg eitt vet fram á Havnarbátin, men tað munaði ikki nógv, og teir á Havnarbátinum høvdu nóg mikið av yvirskoti til at spenna rættuliga sannførandi í, so sigurin gjørdist ein stór hálv bátslongd.
At tað bara eru tveir bátar, sum kappast um fremsta plássið, var úrslitið staðfesting av. Eysturoyingur var fleiri bátslongdir aftan fyri Ormin, og Eysturoyingur var fleiri bátslongdir frammanfyri Nólsoying.
1 Havnarbáturin 04:04.11
2 Ormurin 04:06.18
3 Eysturoyingur 04:16.11
4 Nólsoyingurin 04:24.10
1 Havnarbáturin 39
2 Ormurin 39
3 Nólsoyingurin 17
4 Eysturoyingur 10
5 Ormurin Langi (VK) 5
6 Vestmenningur 3