Havnarmaður sá Pelé vinna HM í Stokkhólmi í 1958

Poul Johan Poulsen úr Havn var bert 19 ára gamal, tá hann var millum áskoðararnar til minniliga 5-2 HM-sigurin hjá Brasil og Pelé á Svøríki á Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi í 1958

83 ár gamli havnarmaðurin, Poul Johan Poulsen var 19 ár tá hann sá Pelé og Brasil vinna 5-2 á Svøríki í HM-finaluni á Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi í 1958 (Mynd: Heri Eysturlíð)

Pelé var níggju ár, tá Brasil var út fyri ringasta tapinum nakrantíð. Brasil tapti frammanfyri næstan 200.000 áskoðarum 1-2 fyri Uruguay í tí avgerandi dystinum í HM-endaspælinum í 1950. Pelé mintist ofta hvussu tað nívdi hann at síggja pápan gráta frammanfyri útvarpstólinum aftaná dystin. Hann lovaði pápanum, at hann skuldi føra Brasil til heiður og æru. 

 

Átta ár seinni fekk tann tá 17 ára gamli Pelé saman við brasilska hópinum høvið at gera skaðan góðan aftur, og tað gjørdu teir í stórum stíli. Í HM-finaluni á Råsunda leikvøllinum 29. juni í 1958 vann Brasil í stórum stíli 5-2 á svensku vertunum, ið høvdu sítt besta fótbóltslið nakrantíð tá. 

 

Bert 17 ára gamli Pelé skoraði tvey mál í finaluni. Í 1962 og í 1970 endurvann hann HM við Brasil. Pelé er einasti leikarin sum hevur vunnið HM-gull tríggjar ferðir.

 

##med2##

 

Millum 49.737 áskoðararnar sum sóu HM-finaluna millum Svøríki og Brasil í 1958 var 83 ára gamli havnarmaðurin, Poul Johan Poulsen, ið var bert 19 ára gamal tá.

 

Poul Johan er føddur og uppvaksin í Havn og hevur búð í Stockholm og Rönninge síðani 1957. Pápin Poul á Grundini arbeiddi á Telefonverki Føroya Løgtings, og Poul Johan bleiv blaðungur sendur av landinum í læru hjá L. M. Ericsson. Ætlanin var, at hann skuldi bara vera í Svøríki í eitt ár

 

Meginpartin av lívinum hevur Poul Johan arbeitt sum deyvatolkur. Specialið var at fáast við hoyritól og tey telefonmodell, sum tá í tíðini vóru at fáa til hoyribrekað.

 

Mong kendu eldra bróðir Poul Johan, Torbjørn Poulsen sum var landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin millum 1981 og 1985.

 

Tá greinskrivarin í 2013 vitjaði Poul Johan Poulsen saman við Hera Eysturlíð í heima hansara greiddi hann frá, at hann var sera heppin at fáa høvið at ogna sær eitt atgongumerki til HM-finaluni í 1958, ið bleiv so minnilig í fótbóltsheimssøguni. 

 

Fyrireikararnir av HM-endaspælinum vildu, at so nógv fólk í Svøríki sum til bar sluppu til ymisku HM-dystirnar. Tí vóru dráttir fyriskipaðir, og fall luturin rættan veg so fekk ein høvið at keypa eitt atgongumerkið til teir stóru HM-dystirnar.

 

Og hepnið var við 19 ára gamla Poul Johan. Hann var millum tey sum fingu høvið at ogna sær eitt atgongumerkið til HM-finaluna, og tað er eitt minnið sum er honum sera kært og stórt. 

 

##med3##

 

 

 

 

 

83 ár gamli havnarmaðurin, Poul Johan Poulsen var 19 ár tá hann sá Pelé og Brasil vinna 5-2 á Svøríki í HM-finaluni á Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi í 1958 (Mynd: Heri Eysturlíð)

Pelé undir HM-finaluni á Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi í 1958

HM-gull og HM-silvurvinnarar hjá Brasil og Svøríki møttust aftur á Råsunda leikvøllinum stutt áðrenn hann bleiv rivin niður í 2012.