Havnarmenn vunnu

Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt

Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt.

 

Tíggju telvarar vóru á hvørjum liði. Í vanligum dystum í landskappingini verður telvað á fýra borðum. Báðir partar høvdu mannað seg væl til hendan kvikdystin, sum var liðugur innan ein tíma. Fitt av fólki var inni á gólvinum í nýggju hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen og forvitnaðist.

 

Ætlandi verður hesin dystur fastur táttur á komandi ólavsøkum.

 

Havnin -Klaksvík 5½ - 4½

 

Martin Poulsen - Ólavur Simonsen 0 - 1

 

Olaf Berg -Rani Nolsøe ½ - ½

 

Carl Eli Samuelsen - Terji Petersen 1 - 0

 

Sjúrður Thorsteinsson - Finnbjørn Vang 1 - 0

 

Rógvi Mortensen - Steintór Rasmussen ½ - ½

 

Herluf Hansen - Haldur Suni Johansen ½ - ½

 

Margar Berg - Janus Skaale 0 - 1

 

Suni Merkistein - Tummas Martin Sólsker 1 - 0

 

Hjalti Toftum Jógvansson - Bogi Hansen 1 - 0

 

Jóannes V. Hansen - Flóvin M. Tummasarson 0 - 1