Havnin hóttir Sandavág

Havnar Telvingarfelag hevur í dag framt stórt talvbragd, nú tað verður gjørt klárt til um dyst um FM heitið millum Sandavág og Havnina.

Støðan hjá Havnar Telvingarfelag tóktist heilt vónleys undan innanhýsis uppgerðini ímóti oddaliðnum Sandavági í 10. og síðsta umfari.

Tá ið fyrstu leikirnir vórðu fluttir klokkan 11 í morgun, var Sandavágur á odda við 23,0 stigum, og Havnin hevði 20,0 stig.

Í dag hevur Havnin vunnið 3,5 ? 0,3 á Sandavági. Tí hava bæði feløgini 24 stig. Reglurnar siga, at í sovornari støðu skal umdystur telvast nú beinanvegin. Sandavágsmenn og havnarmenn sessast tískil aftur nú við talvborðini í fimleikarahøllini í Klaksvík, har tað er stúgvandi fult av fólki.

Telvararnir hava eitt korter í part at gera av, hvør skal vinna FM, og hvør skal standa eftir við silvurmerkjunum.

Havnin var leingi á sigurskós. Helgi Dam Ziska vann á Torkili Nielsen, síðani vann Herluf Hansen á Jónfinni Thomsen, og tá ið Bogi Ziska vann á Bernhardi Augustinussen vóru øll eygu vend ímóti 1. borði, har Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag hevði fyrimun ímóti Olafi Berg. Tað endaði við javnleiki fyri lítlari løtu síðani. Harvið hava bæði Sandavágur og Havnin 23,5 stig, og tí verður nú farið undir umdystin.

Klaksvíkingar vunnu í dag 2,5 ? 1,5 á Vestmanna. Harvið er tað greitt, at Klaksvík hevur vunnið bronsumerkini.