Havnin hevði farið í luftina

Tað er ikki nøkur skrøna, tá ið sagt verður, at øll Havnin kundið verið javnað við jørðina, um ein bingja hjá Kaj Andreasen við 16 tonsum av spreingievni, ið stóð á Eystaru Bryggju, fór í luftina

Tað ljóðar sum ein skrøna, at allur høvuðsstaðurin skuldi farið í luftina, men so er ikki. Ein góðkendur spreingimeistari, ið Sosialurin hevur tosað við, sigur, at tað als ikki er óhugsandi, at fór bingjan við teimum 16 tonsunum í luftina, var einki eftir av Havnini.
 
Trykkbylgjan hevði verið øgilig
Spreingimeistarin sigur, at 16 tons er ein so ófatiliga stór mongd, og tí er ilt at meta um, hvussu stórar fylgir tað hevði havt.
- Eg minnist tó fyri nøkrum árum síðani, at eg saman við Færøernes Kommando sprongdi ein kassa við 25 kilo av dynamitt og rørleidningum í luftina úti á Glyvursnesi. Tá merktu tey trykkbylgjuna heilt inni á Skálafjørðinum, og í Nólsoy brotnaðu fleiri rútar. Hendan nøgdin, ið stóð á Eystaru Bryggju, var jú fleiri hundrað ferðir størri, og tí er einki at ivast í, at fylgjurnar høvdu verið øgiligar, um bingjan fór í luftina, greiðir spreingimeistarin frá.
 
Løgið at eingin boðar frá
Tað undrar tó eisini spreingimeistaran, at Skipafelagið Føroyar, sum hevði bingjuna standandi á sínum øki, ikki hevur heitt á Kaj Andreasen um at flyta spreingievnini av økinum og goymt tá í síni serligu sprengievnisgoymslu.
- Eg veit frá mær sjálvum, at um man ikki fekk stundir at fara oman á bryggjuna eftir spreingievnunum hjá sær, tá ið tey komu mánadag, plagdi Eimskip at ringja dagin eftir og biðja okkum koma eftir tí sum skjótast, sigur spreingimeistarin.
 
Eingin viðmerking hjá innflytaranum
Sum áðurnevnt er tað Sp/f Kaj Andreasen í Hoyvík, sum átti bingjuna við teimum 16 tonsunum, ið stóð á Eystaru Bryggju. Bergur Andreasen hjá Sp/f Kaj Andreasen sigur, at í løtuni hava teir ongar viðmerkingar til málið.
- Vit meta málið sum ógvuliga álvarsligt, men í løtuni hava vit ongar viðmerkingar. Vit koma tó við onkrari útmelding seinni, sigur Bergur Andreasen.
Heldur ikki hjá Skipafelagnum Føroyar hava tey hug at gera viðmerkingar til málið. Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, sigur, at tey hava nakrar heilt greiðar reglur at ganga eftir í slíkum førum, men hann fer annars ikki at gera viðmerkingar til málið í løtuni.