Talv
Við 21 liðum vóru umleið 100 skúlaungdómari til kappingina, sum var býtt í tveir aldursbólkar.: 5. flokkur og eldri og 4. flokkur og yngri. Fýra telvarar eru á hvørjum liði, umframt at tveir skiftisleikarar eisini kunnu vera við.
Havnin og Sandavágur sýnast aftur í ár at vera væl fyri í kappingini um FM heitið. Feløgini vunnu FM í fjør og á Oyrarbakka varð hildið á, har slept varð fyri ári síðani. Havnin sigraði tepurt í eldra bólkinum, meðan Sandavágur vann yngra bólkin trygt.
Men eisini aðrir skúlar gjørdu vart við seg. Eitt nú stóðu Vestmanna og Klaksvík seg heilt væl, eins og skúlarnir við Sundalagið og Kollafjørð veruliga høvdu mobiliserað seg.
Eisini ungdómarnir úr Haldarsvík/Tjørnuvík stóðu seg sera væl og smæddust als ikki burtur í fyrstu royndini í talvhøpi. Saman við lokalu telvarunum úr Róki og Hósvíkingum, er veruliga gróðrabotnur fyri spennandi talvumhvørvi í Sundalagnum framyvir.
Seinna innleiðandi FM kappingin verður 13 mai í Sandavági. Síðani verður drigið samanum. Tey seks liðini, sum hava staðið seg best innleiðandi, telva í finalubólki, meðan hini liðini telva í opnum bólki um plaseringar. Finalan verður í Pállstovu, Tórshavn, 28 mai.