Havnin skal aftur hava býararkitekt

Starvið sum býararkitektur í Havn er nú leyst at søkja. Tórshavnar kommuna hevur ikki havt býararkitekt í hálvt triða ár síðani Mikael Viderø segði seg úr starvi og fór í starv sum deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverki.

Starvið sum býararkitektur í Havn er nú leyst at søkja. Tórshavnar kommuna hevur ikki havt býararkitekt í hálvt triða ár síðani Mikael Viderø segði seg úr starvi og fór í starv sum deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverki.

 

Í lýsingini eftir býararkitekti sigur kommunan, at Tórshavnar kommuna í løtuni arbeiðir við at senda kommunuætlan fram til 2030 til hoyringar.

 

– Ætlanin er politiska skjalið hjá kommununi um menningina fram ímóti 2030. Í ritinum eru visiónir og málsetningar hjá býráðnum fyri Tórshavnar Kommunu, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Býararkitekturin kemur at fyrisita og útinna nýggju kommunuætlanina, har kommunan er raðfest og skipað inn í eina vælumhugsaða og framtíðarkenda býarætlan í samspæli millum vakran arkitektur, ein livandi miðbý, ein væl vardan gamlan býarpart, bygdalív og vakra náttúru.Málið við kommunuætlanini er upp á allar mátar at skapa grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar Kommunu og í Føroyum sum heild.

 

Tey seks menningarøkini eru:

 

• vøkstur

• miðbýurin

• mentan

• lívsdygd

• trivnaður og mobilitetur

• umhvørvi og náttúra.

 

– Ein ætlan fyri samanhangin millum Tórshavnar havn og býin skal gerast. Ætlanin skal vera fleirstreingjað og skal hava til endamáls at fáa eina synergieffekt millum virksemið hjá Tórshavnar havn og gerandislívið í býnum, harnæst at fremja eina røð av møguleikum, sum kunnu skapast og mennast, skrivar Tórshavnar kommuna í lýsingini.

 

Víðari sigur kommunan, at nú verður eisini farið undir at menna miðbýin í høvuðsstaðnum. At skapa ein livandi miðbý. Ein hugskotskapping hevur verið, sum umfatar m. a. ráðhúspláss, handilsgøtu, søvn, tjóðleikhús og tónleikahús, umframt eina høvuðsbussstøð við teimum funksjónum, sum hartil hoyra.

 

– Tí verður farið undir at gera neyv og ítøkilig skipanaruppskot fyri alt miðøkið, høvuðsstaðin og bygdirnar. Ein av uppgávunum í hesum sambandi er at hugsa byggilist inn í øll uppskot, sigur Tórshavnar kommuna.