Fyrstu tveir mánaðirnar í ár vaks fólkatalið í Tórshavnar kommunu við 87 fólkum. Tilflytingin var 40 fólk, meðan burðaravlopið var 87.
Tann 1. januar í ár kom Kollafjarðar kommuna við í Tórshavnar kommunu, og tí var eitt lop í fólkatalinum uppá góð 1.000 fólk, tá kollfirðingar verða roknaðir við í størstu kommunu í landinum. Við árslok í fjør vóru 16.787 havnafólk, men nú er talið komið uppá 17.830 fólk.
Fólkatalið í høvuðsstaðnum hevur annars verið í støðugum vøkstri síðan miðskeiðis í 90-unum. Við árslok í 1996 var talið 15.560 fólk, og hvørt ár eru nøkur hundrað løgst afturat. Frá árslokið í 1996 til árslok í fjør var vøksturin 1227 fólk.
Onnur øki standa í stað
Meðan miðstaðarøkið upplivir ein stóran vøkstur, er hesin ikki eins eyðsýndur aðrastaðni í landinum. Í nøkrum økjum minkar fólkatalið, meðan vøksturin er lítil í teimum flestu støðunum.
Í syðra parti av Eysturoynni, sum telur Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Sjóar og Skála kommunu, búgva nú 8.689 fólk. Vøksturin seinastu fimm árini hevur verið 794 fólk.
Einki annað økið í Føroyum kann reypa sær av nøkrum serliga stórum vøkstri í fólkatalinum.
Í Klaksvíkar og Hvannasunds kommunu búgva 5.219 fólk, og tað er ein vøkstur uppá 273 fólk seinastu fimm árini. Í Suðuroynni búgva 4.985 fólk, og tað er ein minking uppá 108 fólk seinastu fimm árini.
Í Vágunum búgva 2.658 fólk, meðan 1.453 fólk búleikast á Sandoynni, og har hevur fólkatalið mestsum staðið í stað seinastu árini.