Fiskiídnaður
Fuglafirði: Havsbrún í Fuglafirði er í støðugari menning, og bygt verður út á hvørjum ári. Í ár veðrur fóðurgoymslan enn einaferð víðkað.
Fóðurgoymslan hjá Havbrún verður longd norðureftir. Talan er um ein rímiliga stóran bygning í vavi, um enn hann ikki er so øgiligur í prísi, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún.
Tilbyggingin, sum nú verður gjørd er umleið 2.000 fermetrar til víddar og fer væntandi at kosta einar fimm milliónir krónur, sigur Bergur Poulsen. Í Fjør vórðu fóðursiloir og ein fóðurgoymsla bygd aftrat virkinum í Fuglafirði.Tá var eisini ætlan gjørd fyri víðkan av goymsluni, sum so verður bygd nú. Tann høllin, sum hygd varð í fjør, er 1.700 fermetrar. Hallirnar báðar eru samanbygdar, so alt í alt verður goymslan hampiliga stór, tá hendan útbyggingin er liðug, letur stjórin at.
Grundin verður stoypt soleiðis umleið hálvan metur upp, og síðan verður stálkonstruktión, sum verður klødd við plátum, sett omaná.
Tá hendan útbyggingin er liðug, verður roknað við, at goymslan er nóg stór. Í hvussu so er í fyrsta umfari, sigur Bergur Poulsen.
Næsta stigið verður so at fara undir at økja framleiðsluorkuna á mjøldeildini. Hendan ætlanin verður ikki gjøgnumførd fyrr enn komandi ár, sigur hann. Tó verður projekteringin gjørd í ár. Hvussu nógv tann útbyggingin fer at kosta, verður ikki sagt nakað um enn.
Bergur Poulsen letur væl at tilgongdini í ár. Tað er nógvur fiskur at fáa í løtuni, sigur hann. Havsbrún hevur í ár tikið í móti meira fiski enn um somu tíð í fjør.
Tað eru svartkjaftaskipini, sum landa til Havsbrún nú, sigur hann. Føroysk og írsk skip.
Føroyingarnair royna suðuri á Munkagrunninum, har teir fáa væl, meðan írarnir eru nakað syðri, sigur Bergur Poulsen, sum væntar ein íra at landa fyrsta dagin.