HB bjóðaði eisini upp á Lukasz Cieslewicz

Grannarnir hjá B36 vóru við líka til tað seinasta í kapprenningini um Lukasz Cieslewicz

Í gjár longdi Lukasz Cieslewic sáttmálan við B36. In.fo hevur fyrr sett Lukasz Cieslewicz í samband við HB. Sum skilst, so var HB aftur í ár eftir framherjanum hjá B36. HB skal eftir øllum at døma, hava bjóðað minst líka nógv sum B36 fyri undirskriftina hjá póllendinginum.

 

Tvey onnur feløg, sum vóru eftir honum vóru Víkingur og AB. Víkingur hevur meldað út, at teir vilja hava ein framherja afturat. Argjamenn verða aftur í bestu deildini komandi ár. Teir missa nakrar spælarar og leita eftir einum profili, sum kann styrkja framrættaða partin á liðnum.

 

In.fo hevur sett Gunnar Zachariasen í samband við HB. Sum skilst, so er hetta líka so nógv áhugi frá Gunnari at spæla við HB, sum umvent. Gunnar Zachariasen hevur spælt sínar bestu dystir við U21 landsliðnum, so tað kundi verið at Heðin Askham, sum bæði er venjari hjá HB og U21 landsliðnum, vildi havt hann sum áleyparan, ið HB manglar.