HB er á toppinum

HB hevur fulla úrtøku, og tað er bara málmunurin, sum skilir havnarmenn frá argjamonnum

Tað hevur ongantíð vent soleiðis, sum tað í løtuni vendir í toppinum í føroyskum fótbólti.

 

AB er topplið, og fremsti avbjóðarin er HB. Felags fyri teir í Gundadali og teir á Argjum er, at úrtøkan er full eftir tvey umfør. AB hevur vunnið ímóti B68 og EB/Streymi, og HB hevur vunnið ímóti Skála og 07 Vestur. Sigrarnir eru harvið vunnið ímóti liðum, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við fóru at kappast í botninum. Men eingin kann taka stigini frá teimum í norðara enda í Gundadali og teimum inni í Vika á Argjum.

 

Nógv kann síggja øðrvísi út tá, enn tað ger nú, men tað verður áhugavert, tá ið HB á krossmessu fer at fáa vitjan av AB.

 

Í dag vann HB 2-0 í Gundadali ímóti 07 Vestur, sum harvið einki stig hevur vunnið og eftir 5-1 tap á heimavølli ímóti KÍ hevur málmunin 1-7. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

Ási P. Dam átti uppleggið, tá ið Storm Even Bugge Pettersen longu í øðrum minutti setti hol á, og tað var eftir flatt innlegg úr høgru, at vágamenn í 25. minutti vóru óhepnir at gera sjálvmál.

 

Sum seinni hálvleikur leið, vann 07 Vestur seg til fleiri hornaspørk og spentar støður, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið, og harvið gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB. Í 63. minutti avloysti Stefan Radosavljevic Dan í Soylu. Hetta var fyrsta ferðin, at Stefan var á HB liðnum, síðani hann flutti úr Víkingi og til HB. Stefan vann seg til ein góðan málmøguleika, uttan at tað eydnaðist at skora mál.

 

Í triðja umfari fara Stefan Radosavljevic og HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og 07 Vestur fæt vitjan av skálamonnum.