HB-B71 3-0 (3-0):
Tey vóru fleiri, sum høvdu hug at finnast at avgerðini hjá leiðsluni í Havnar Bóltfelag, tá Rúni Nolsøe í vetur var settur sum høvuðsvenjari. Hesi hava heldur verið fámælt, tá fyrri hálvleikur í Gundadali í gjár var blástur av. Sæð út frá fyrstu dystunum, so er liðið kollvelt samanborið við farna kappingarár. Tað vildi verið løgið fyri einum ári síðan at hugsa sær, at Mortan úr Hørg á hugvekjandi hátt setir mótstøðumann av, at Christian Høgni Jacobsen tveitir seg heilhjartaður í glíðandi takklingar og nærdystir, at Hendrik Rubeksen vísir frálíkt spæl í bestu deildini og at verjuparturin ger sera fá mistøk. Rúni Nolsøe hevur fingið barnasjúkurnar á liðnum burtur, og við ellivu málum í tveimum landskappingardystum hevur HB fingið sína bestu byrjan í mannaminni. Hetta mátti Símin Hansen eisini ásanna. Týðuliga ørkymlaður um dystargongdina var hann undan steðginum útvístur. Tápuligt og óneyðugt. Fleiri vildu tó vera við, at hetta hjálpti gestunum. HB setti leikferðina niður, og vóru als ikki líka ágangandi í sínum spæli.
Sorl
Tað er nú eitt ár síðan, at B71 tók alt og øll á bólið, og vann heili 3-0 á HB í Gundadali. Aftur hesa ferð vóru trý mál skotin, men sandoyingar áttu einki. Alt fyri eitt var greitt, at vit ikki fingu eina endurtøku av dystinum í fjør. HB hevði stóra leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, og tríggjar ferðir noyddist Símun Rógvi Hansen í málið eftir bóltinum. Hendrik Rubeksen hevði loyst Rógva Poulsen av sum miðvallari í vinstru, og hann tók av. Longu eftir seks minuttum knallaði hann eitt innlegg frá Jákupi á Borg í kassan. Løtu seinni hevði Fróða Benjaminsen, sum sjálvur byrjaði álopið, leita sær framvið, og ótarnaður framman fyri málverjanum sendi hann í netið. Andrew av Fløtum økti, tá Christian Høgni Jacobsen hevði lyft upp um málverjan, áðrenn framherjin sendi í tóma málið.
Sandoyingar komu við sínum eyðkenda stíli til høvuðsstaðin: at stríðast og vóna, at skjótálopini høvdu mál við sær. Ein frísparksroynd frá Símin Hansen, sum tók í tvørtræið, var tað nærmasta, sum gestirnir komu í góðveðrinum hendan dagin. Miðvallarin kom eisini í andglettin løtu seinni, tá hann tápuliga jarðlegði Mortan úr Hørg. Tvey gul kort geva reytt, og so noyddist Hansen undir brúsina. Fyrru ferðina, at Rúni Gaardbo hevði ostaskorpina á lofti mótvegis honum var, tá Símin Hansen segði honum nøkur borgarlig orð eftir málið hjá Andrew av Fløtum. Tað var rætt av dómaranum, at hann vísti sandoyingin av vøllinum. Men tað var løgið, at aðrir á heimaliðnum ikki fingu kort. Serliga, tá Fróði Benjaminsen leyp í Rasmus Nielsen, sum noyddist av vøllinum við skaða.
Leikferðin niður
Seinni hálvleikur hevði hinvegin heldur lítið at bjóða. Eli Hentze royndi við sínum 10 monnum á vøllinum at draga leikferðina úr dystinum, og tað eydnaðist. Ágrýtni Gudmund Nielsen í høgra borði rann hendinga ferðir einsamallur við bóltinum, og tað var einasta vápnið hjá gestunum í seinna umfarinum. Gudmund Nielsen hevði eisini bóltin í málinum í fyrra hálvleiki, men málið var kolldømt. Verjuparturin var væl skipaður. Hugsanirnar hjá Rúna Nolsøe vóru helst longu vendar móti fyrru hálvfinaluni í steypakappingini móti B36 mikukvøldið. Hans á Lag, Milan Kuljic og Jákup á Borg vóru útskiftir, og tað tók broddin av heimaliðnum.
Sigurin kundi væl verði størri. Christian Høgni Jacobsen misnýtti gjøgnum dystin fleiri upplagdar møguleikar, sum hann av røttum uttan stórvegis trupulleikar skuldi sent í netið.
HB vann sannførandi sigur og er við flotta málmuninum klárt oddalið í Formuladeildini. B71 eru – eftir útidystir móti NSÍ og HB – framvegis uttan stig.