HB hevur meiri enn annað beinið í finaluni

Møguleikar vóru fyri meiri enn 2-0 heimasigri, tá ið AB var gestur í Gundadali

 

HB koyrir á. Umframt at vera topplið í landskappingini hevur sigursvanda felagið nú meiri enn annað beinið í steypafinaluni.

Í kvøld vann HB 2-0 í fyrru hálvfinaluni, sum var á heimavølli ímóti AB.

Tað ber við sær, at AB skal vinna við tveimum málum á heimavølli fyri at talan skal verða um longda leiktíð. Um HB megnar at skjóta eitt mál á Argjum, so verður neyðugt hjá AB at skora fýra mál fyri at vinna seg í finaluna.

 

Bæði HB málini vórðu skorað tíðliga í fyrra hálvleiki. Í báðum førum var tað eftir, at vongverji hevði lagt innfyri.

Vinstri vongverjin Magnus Egilsson setti hol á, eftir at vongverjin í høgru Jógvan Rói Davidsen legði innfyri, og í seinna førinum legði Magnus Egilsson innfyri, og undir málinum var tað Jógvan Rói Davidsen, sum skoraði.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin var innskifti Ari Mohr Olsen fýra ferðir í fínum støðum, uttan at tað eydnaðist honum og HB at økja um leiðsluna.

 

HB - AB 2-0 (2-0)

Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

1-0: Magnus Egilsson

2-0: Jógvan Skeel Nolsøe

 

Seinna hálvfinalan verður á Argjum mikudagin 13. juni

 

---- 

LIÐUGT

2-0

 

90) 2-0

3 minuttir lagdir aftrat.

 

88) 2-0

GULT KORT. Árni G. Olsen fyri at halda í John Frederiksen. Fríspark úr høgru, sum innskifti Daniel Johansen tekur sær av, men tað spyrst einki burturúr, tí Heðin Stenberg loftar bóltinum.

 

84) 2-0

Fyri AB hevur tað avgerandi týdning, at tað eydnast at minka um munin. Um tað eydnast, so verður tað nóg mikið at vinna 1-0 á heimavølli.

Nú søplaði AB horna úr høgru út til málspark.

 

81) 2-0

HB skiftir út: John Frederiksen avloysir Jógvan Róa Davidsen.

 

79) 2-0

Tað hevur verið turt í nógvar dagar, men nú regnar í Gundadali.

 

75) 2-0

Enn einaferð er Ari Mohr Olsen tætt við. Eftir flatt innlegg úr høgru er hann á rætta stað við nærra stólpa, men bólturin fer skeivu megin stólpan.

 

74) 2-0

AB skiftir út: Beinir Henriksen avloysir Bjarna Skála.

 

71) 2-0

GULT KORT. Mikkjal Hentze hjá AB fyri fríspark, tá ið hann var alt ov seinur at takla.

Tað er ikki frítt, at argjamenn kennast vera ørkymlaðir.

 

70) 2-0

HB er aftur í góðari støðu. Eftir flatt innlegg roynir Símun Samuelsen seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer væl omanfyri málið.

 

69) 2-0

HB skiftir út: Daniel Johansen avloysir Dan í Soylu.

 

67) 2-0

GULT KORT. Bjarki Nielsen hjá AB sær gult fyri fríspark ímóti Dan í Soylu.

 

66) 2-0

Besti AB møguleiki: Jónas Stenberg leggur flatt innfyri úr vinstru, og Bjarki Nielsen er akkurát ov stuttur at seta bóltin í málið.

 

64) 2-0

So var Ari Mohr Olsen aftur óheppin. Eftir framlegging í høgru legði Adrian Justinussen flatt innfyri, og málið var púra opið, tá ið Ari Mohr Olsen við innaru síðu royndi at seta bóltin í málið, men bólturin fór skeivu megin handara stólpan.

 

60) 2-0

AB skiftir út: Bartal Skaalum Petersen avloysir Rasmus Dan Sørensen.

 

56) 2-0

So var aftur stórur møguleiki frammanfyri AB málið. Eftir langa framlegging frá Jógvan Róa Davidsen rann Ari Mohr Olsen frá AB verjuni eitt sindur í høgru. Hann smekkaði til, men Heðin Stenberg bjargaði væl.

 

54) 2-0

So var heilt tætt við, at HB økti um leiðsluna. Jógvan Rói Davidsen legði innfyri úr høgru, og Ari Mohr Olsen var púra blankur mitt fyri, tá ið hann royndi við høvdinum at stýra bóltin í málið, men hann rakti als ikki bóltin.

 

50) 2-0

Nú eru tað væl fleiri áskoðarar, enn tað vóru við dystarbyrjan.

 

46) 2-0

HB hevur skift út: Ari Mohr Olsen hevur avloyst Jógvan Skeel Nolsøe í álopinum.

--

Í fyrra hálvleiki hevur HB verið greitt omaná, og tí er einki forgjørt í, at heimaliðið er frammanfyri 2-0. AB legði fyri við stórum denti á verjupartin. Eftir at HB hevur lagt seg framum við tveimum málum, hevur AB roynt at flyta fólkið longri fram á vøllin. Higartil hevur tað ikki eydnast argjamonnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

45) 2-0

HÁLVLEIKUR

 

42) 2-0

Besta AB royndin: Rasmus Dan Sørensen smekkar til av brotsteigarmarkinum, og bólturin fer dygst omanfyri tvørtræið aftanfyri HB málverjan.

 

40) 2-0

AB skiftir út: Filip í Liða avloysir Jákup Paula Breckmann, og Mikkjal Hentze verður fluttur av miðvøllinum og aftur á høgra vongverja.

 

36) 2-0

AB spælararnir tykjast hava ásannað, at teir mugu longri fram í vón um at vinna mál á útivølli. Teir hava ikki megnað at spæla seg í góða støðu, og heimaliðið er greitt omaná.

 

33) 2-0

Fínt HB álop. Magnus Egilsson leggur við diagonalsending úr vinstru og í høgru til Adreian Justinussen, sum leggur innfyri, og har smekkar Dan í Soylu úr góðari støðu bóltin væl við síðuna av málinum.

 

30) 2-0

Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar. Nú er spælbýtið meiri javnt.

 

24) 2-0

Gott AB uppspæl, men tað spyrst ikki annað burturúr, enn at bólturin endar inni hjá HB málverjanum.

 

20) 2-0

2-0: Jógvan Skeel Nolsøe

Ein lítil fjórðingur av samlaðu tíðini í teimum báðum hálvfinalunum er farin, og HB hevur av álvara lagt seg á finalukós.

Eftir innlegg úr vinstru var Jógvan Skeel Nolsøe blankur mitt fyri og stutt úr málinum, tá ið hann skoraði til 2-0.

 

 

13) 1-0

1-0: Magnus Egilsson

Høgri vongverjin, Jógvan Rói Davidsen, leggur innfyri úr høgru, og Magnus Egilsson, vongverjin í vinstru, stýrir stutt úr málinum bóltin í netið.

 

11) 0-0

Tað verður bíðað eftir fyrsta upplagda málmøguleikanum. HB er meiri á bóltinum, og AB er meiri í verjustøðu, uttan at argjamenn tó eru heilt aftarlaga á vøllinum.

 

08) 0-0

AB vinnur horna í høgru, men tað spyrst einki burturúr. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at AB var í HB brotsteiginum.

 

05) 0-0

HB vinnuar aftur horna. Adrian Justinussen tekur sær av tí úr høgru, og so ger HB fríspark undir AB málinum.

 

03) 0-0

HB vinnur aftur horna, sum einki spyrst burturúr. Heðin Stenberg í AB málinum fær fatur á bóltinum.

 

02) 0-0

HB vinnur horna, sum tað einki spyrst burturúr.

 

01) 0-0

Góð líkindi og ikki so nógvir áskoðarar enn.

 

HB - AB kl. 19.15

Hálvfinala

Dómari: Lars Múller

HB: Teitur M. Getsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe

AB: Heðin Stenberg - Jákup Pauli Breckmann, Sørin Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Bjarni Skála , Mikkjal Hentze –  Rasmus Dan Sørensen, Bjarki Nielsen, Tóki á Lofti