Mikudagin var tað vónbrot hjá HB, tá ið tað í Trongisvági endaði málleyst ímóti TB.
Í dag reisti HB seg við 4-1 heimasigri ímóti ÍF. Sigurin ber við sær, at HB framvegis er ósigrað. Burtursæð frá javnleikinum í Trongisvági hevur HB í hinum fýra dystunum vunnið fulla úrtøku.
Undan steðginum ímóti ÍF gekk tað javnt á. Tíggju minuttir undan steðginum legði HB seg á odda, tá ið fuglfirðingar vóru óhepnir at gera sjálvmál. Men bara tríggjar minuttir seinni var 1-1. Gundur E. Petersen, sum var góður bóltspælari á miðvøllinum, javnaði.
Fuglfirðingar fegnaðust, og so var tað stórt vónbrot, tá ið HB í síðstu løtu undan steðginum aftur legði seg á odda. Tað var Mads Borchers, sum skoraði eftir upplegg frá Hanusi Sørensen, og so var støðan 2-1 í hálvleikinum.
Eftir steðgin var HB greitt omaná, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti HB við brotssparki, sum Adrian Justinussen setti í netið.
-Eftir steðgin sást væl, at vit sum uppflytarar ikki eru nóg støðugir. Men tað var spell, at tað var við brotssparki, at teir øktu um munin. Vit eru vísir í, at um VAR skipan var í Føroyum, so hevði Petur Reinert broytt avgerðina, men tað var ikki hatta, sum avgjørdi úrslitið, tí vit vóru stutt sagt ikki nóg góðir í seinna hálvleiki, sigur Karl Løkin liðformaður hjá ÍF.
HB spælið fleyt sera væl eftir steðgin, og einki forgjørt var í tí, tá ið Mads Borchers varð tvímálaskjútti og skoraði til 4-1. Uppleggið átti Viljormur Davidsen.
-Vit vóru alla tíðina betra liðið, og vit spældu okkum til nógvar málmøguleikar. Tíbetur eydnaðist tað at skora 2-1 málið undan steðginum, og í seinna hálvleiki spældu vit okkum til nógvar møguleikar. Vit vóna, at teir møguleikarnir, sum ikki endaðu við máli í dag, fara at bera mál við sær fríggjakvøldið, tá ið vit fríggjakvøldið fara at spæla steypadyst í Gøtu og mikukvøldið í aðru viku fáa vitjan av Víkingi í steypakappingini, sigur Dalibor Sivic, venjari hjá HB.
HB hevur 13 stig og er á øðrum plássi – tvey stig aftanfyri oddaliðið KÍ.
HB - ÍF 4-1 (2-1)
1-0: sjálvmál
1-1: Gundur E. Petersen
2-1: Mads Borchers
3-1: Adrian Justinussen br
4-1: Mads Borchers