HB komið undan

2. deild: HB vann seg upp úr botninum við útisigri á GÍ, men hinvegin mugu gøtumenn nú ansa sær í botnstríðnum

Um fótbólturin verður vigaður í nærdystum og ferð, so nyttaði tað lítið í Sarpigerði leygardagin. Um fótbólturin vektin telur í málmøguleikum og málum, so var talan um fínt undirhald. Undirhaldsvirðið verður gjørt upp í øllum teimum omanfyri nevndu lutunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað var upp og niður.

Í løtuni undan steðginum tóktist tað sum um heimaliðið skuldi enda omaná. Fimm minuttir restaðu, tá Heini Heinason, sum arbeiddi nógv, fór til baklinjuna í høgru og spældi til nærra stólpa, har Bárður Heinason stútaði í málið. So var 2?2, og í minuttinum aftaná var tað miðvallarin Omar Pálsson, sum aftur var upp á spæl. Úr átta metrum heilfluktaði hann skrábólt úr høgru frá Heina Heinason upp í nettakið.

GÍ var komið framum beinanvegin. Omar Pálsson skoraði, tá hann var leysur í brotsteiginum.

Janus Rasmussen og Símun Petur Justinussen mannaðu GÍ miðverjuna saman við Boga Jacobsen. Teir lógu frammarlaga, og tað var matur fyri kviku HB álopsspælararnar Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen, sum skoraðu fýra av teimum seks HB málunum og sum misnýttu fleiri møguleikar ? t. d. hevði Gunnar tveir risa stórar møguleikar beint undan steðginum.

Eyðun Samuelsen javnaði til 1?1, tá hann krúllaði seg leysan í vinstru og sendi í handara síðunetið. Gunnar Mohr átti annað HB málið við rubb og stubb. Eftir GÍ horna fekk HB formaðurin bóltin á egnum brotsteigarmarki. Hann rak og rak, snýtti annan verjumannin, og tá hin hevði eyguni meiri eftir álopsfelaganum, smekkaði Gunnar í netið aftanfyri Mortan Joensen.

Beinanvegin í 2. hálvleiki endurtók Eyðun Samuelsen fyrsta málið hjá sær, og so gekk undan hjá HB, meðan GÍ einki fekk burturúr, sjálvt um teir á heimaliðnum høvdu bóltin nógv. GÍ málverjin má taka ábyrgdina av leiðslumálinum hjá HB, sum aftasti maðurin Sámal Erik Hentze skoraði beinleiðis upp á fríspark næstan av miðjuni. At HB var á odda gjørdi, at heimaliðið gjørdist uppaftur meiri álopshugað, og tað gjørdi, at fyritreytirnar hjá Eyðuni og Gunnari vórðu uppaftur betri. Eyðun økti til 5?3, áðrenn innskifti Ransin Djurhuus sneiddi fleiri av sær og staðfesti sigurin, sum hevur við sær, at HB hevur trygt fyri, at teir varðveita plássið í næstbestu deildini.


2. deild: GÍ?HB 3?6 (3?2)

1?0: Omar Pálsson

1?1: Eyðun Samuelsen

1?2: Gunnar Mohr

2?2: Bárður Heinason

3?2: Omar Pálsson

3?3: Eyðun Samuelsen

3?4: Sámal Erik Hentze

3?5: Eyðun Samuelsen

3?6: Ransin Djurhuus