HB og Víkingur nærkast toppinum

Tey bæði fremstu spældu javnt, og tey trý aftastu eru nú meiri isolerað í botninum

Tað er størri spenningur í EFFO deildini í kvøld, enn tað var undan hesum umfarinum.

Toppliðið NSÍ hevði vitjan av meistarunum B36, sum eru næstovast. Tað var fantastiska undirhaldandi og dramatiskt. Úrslitið var 2-2, eftir at NSÍ var á odda 1-0 og B36 2-1. Eina løtu fram ímóti dystarenda var B36 undirmannað, tí annar av B36 málskjúttunum Ibrahima Camara varð rikin av vøllinum, tá ið hann hevði sæð gula kortið tvær ferðir. Løtu seinni var Árni Frederiksberg, sum var sera eyðsýndur, rikin av vølli, tá ið hann hevði sæð gula kortið tvær ferðir.

At tað endaði javnt í Runavík bar við sær, at HB og Víkingur høvdu møguleika at taka seg nærri toppinum, og HB og Víkingur tóku av.

HB var greitt omaná undan steðginum ímóti KÍ. René S. Joensen setti hol á beinanvegin, og Levi Hanssen økti um leiðsluna. Í báðum førum sá tað ikki sannførandi út í verjupartinum hjá KÍ. Beinanvegin eftir steðgin økti HB um leiðsluna til 3-0, og so kendist tað sum um, at spurningurin bara var, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Alex José dos Santos skoraði við fínum frísparki. Páll Klettskarð minkaði um munin, og so vísti KÍ góðan hugburð, men tað eydnaðist ikki at fáa spenning í aftur.

Sammett við sunnudagin í Klaksvík var Víkingur í nýggjum hami á heimavølli ímóti AB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum. Hanus Jacobsen var við sjálvmáli óheppin at leggja AB framum, Heðin Hansen javnaði ,og so syrgdi Hanus Jacobsen fyri, at Víkingur var frammanfyri 2-1, tá ið teir fóru at hvíla seg. Lítið korter eftir steðgin skoraði Andreas Lava Olsen til 3-1, og so var greitt, at Víkingur hevði vunnið øll stigini.

ÍF og TB vunnu tryggar sigrar á ávikavíst EB/Streymi og FC Suðuroy.

TB vann 4-1 á grannunum í FC Suðuroy við Stórá. Hetta var fyrsti heimasigurin hjá TB í ár. 

Útlendsku lyklaspælararnir skoraðu øll málini. FC Suðuroy miðverjin Vallerian Lobashvili legði FC Suðuroy framum stutt undan steðginum, men lítla løtu seinni javnaði Albert Adu. Hann var stóri maðurin við Stórá, tí hann skoraði trý mál á rað. Innskifti Franck Able staðfesti 4-1 sigurin.

Sigurin ber við sær, at TB lyfti sær frá sætta og fram á fimta plássið.

Tað gekk striltið at fáa mál hjá ÍF, men tá ið tað eydnaðist, so gekk tað skjótt síðstu løtuna. Innskifti Andy Olsen setti hol á, og so skoraðu Clayton Soares og Adeshina Lawal. Úrslitið ber við sær, at ÍF lyfti seg av sjeynda og fram á sætta plássið.

Nú eru tað seks stig frá HB og fram til toppin, og nú eru tað átta stig frá Víkingi og fram til NSÍ.

Tað eru framvegis trý stig frá AB og EB/Streymi og fram til FC Suðuroy, og tað eru fimm stig frá FC Suðuroy og fram til ÍF.

11. umfar

TB-FC Suðuroy 4-1 (1-1)

0-1: Vallerian Lobashvili 36.

1-1: Albert Adu 43.

2-1: Albert Adu 53.

3-1: Albert Adu 77.

4-1: Franck Able 90.

Dómari: Alex Troleis

TB: Ivan Stojkovic  – Teitur Justinussen, Heine Mortensen, Teitur Olsen, Andri Freyr Bjørnsson – Martin Tausen (Eirikur M. Ellendersen, 50.), Heini Mikal Mortensen -  Rógvi Joensen, Reynir Magnússon, Patrik Johannesen (Franck Able, 43.) - Albert Adu (Petur Mortensen, 89.)

Gult kort: Franck Able, Heini Mikal Mortensen

FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred, Valerian Iobashvili, Christian Ibeagha, Heini Bech – Høgni Madsen, Heri Kjærbo (John Villi Leo, 90.) – Búi Egilsson (John Tordar Poulsen, 70.), Palli Augustinussen (Ari Krosslá Poulsen, 90.), Jón Krosslá Poulsen - Mamuka Torondjazde

Gult kort: Høgni Madsen, Palli Augustinussen

HB-KÍ 3-1 (2-0)

1-0: René S. Joensen 2.

2-0: Levi Hanssen 26.

3-0: Alex José dos Santos 50.

3-1: Páll A. Klettskarð 52.

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Gunnar Haraldsen, 70.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm (Teit Jacobsen, 89.), Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen – Andrew av Fløtum (Arnbjørn Hansen, 78.)

Gult kort: Levi Hanssen

KÍ: Meinhardt Joensen – Henry Heinesen, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Heðin á Lakjuni (Ísak Simonsen, 66.) – Jóannes Bjartalíð, Atli Danielsen, Evrard Blé, Hjalgrím Elttør – Heðin Klakstein (Jóannes Danielsen, 83.), Páll A. Klettskarð

Gult kort: Ndende Adama Guéye

EB/Streymur-ÍF 0-3 (0-0)

0-1: Andy Olsen 70.

0-2: Clayton Soares 77.

0-3: Adeshina Lawal 90.

Dómari: Eiler Rasmussen

Dómari: Eiler Rasmussen

EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jóhannes Hansen - Arnar Dam (Ólavur F. Ejdesgaard, 53.), Rói H. Olsen (Jónstein Magnssen, 73.), Niels Pauli Danielsen – Brian Olsen, Leif Niclasen, Ragnar Danielsen (Hanus Olsen, 69.)

Gult kort: Árni G. Olsen, Niels Pauli Danielsen, Ólavur F. Ejdesgaard

ÍF: Predrag Markovic – Áki Petersen (Fritleif í Lambanum, 34.), Karl Løkin, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Frank Poulsen, Sjúrður Jacobsen (Andy Olsen, 66.), Nenad Saric – Adeshina Lawal, Clayton Soares (John Daniel Guðjónsson, 87.)

Gult kort: Frank Poulsen

NSÍ-B36 2-2 (1-1)

1-0: Árni Frederiksberg 10.

1-1: Lukasz Cieslewicz 18.

1-2: Ibrahima Camara 48.

2-2: Pól Jóhannus Justinussen 77.

Dómari: Lars Müller

NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard (Meinhard Olsen, 88.), Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Andras Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 71.) – Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen (Jonleif Højgaard, 64.), Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Árni Frederiksberg, Andras Frederiksberg

Reytt kort: Árni Frederiksberg 94. (2 gul)

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen (Andrias H. Eriksen, 89.), Eli Falkvard Nielsen – Jákup á Borg (Hanus Thorleifsson, 77.), Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara

Gult kort: Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Ibrahima Camara, Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz

Reytt kort: Ibrahima Camara 85. (beinleiðis reytt)

Víkingur-AB 3-1 (2-1)

1-0: Heðin Hansen 6.

1-1: sjálvmál 22.

2-1: Hanus Jacobsen 33.

3-1: Andreas Lava Olsen 52.

Dómari: Páll Augustinussen

Víkingur: Elias Rasmussen – Bárður J. Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen –  Andreas Lava Olsen (Sámal Jákup Joensen, 73.), Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen,  Heðin Hansen (Dánjal Pauli Lervig, 80.) - Philip Djordjevic, Finnur Justinussen

Gult kort: Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar

AB: Heðin Stenberg – Andras B. Vágsheyg (Nicolaj Eriksen, 67.), Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Jónas Stenberg, Kári Nielsen – Álvur F. Christiansen (Bjartur Kjærbo, 87.), Kristin R. Mouritsen, Magnus Egilsson (Mikkjal T. Hentze, 66.)  – Jógvan Skeel Nolsøe

Gult kort: Andras B. Vágsheyg, Mikkjal T. Hentze

Støðan eftir 11 umfør

NSÍ 25

B36 22

HB 19

Víkingur 17

TB 15

ÍF 14

KÍ 14

FC Suðuroy 9

AB og EB/Streymur 6

12. umfar sunnudagin

FC Suðuroy-NSÍ

AB-HB

EB/Streymur-B36

ÍF-Víkingur

KÍ-TB