Eftir at fyrri dysturin heima í Gundadali endaði við 2-2-javnleiki, so skuldi HB í kvøld royna at vinna seg til triðja umfar í Europa League, tá ið teir spældu ímóti Linfield á Windsor Park í Belfast, Norðurírlandi.
Heimaliðið legði seg á odda 1-0 tá ið 20 minuttir vóru spældir. Tað var Andy Waterworth, sum umsetti eitt brotsspark til mál. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.
HB var væl við í seinna hálvleiki og hevði møguleikar, men tað komu tó ikki fleiri mál í dystinum, sum harvið endaði við teprum 1-0-sigri til Linfield.
Linfield vann harvið dystin samanlagt 3-2 og er víðari til triðja umfar í Europa League, har teir hitta Sutjeska Niksic úr Montenegro.
Nú er einki føroyskt lið eftir í evropeiskum fótbólti á hesum sinni.
Linfield - HB 1-0 (1-0) - samanlagt 3-2
1-0: Andy Waterworth, 20. (br.)
HB: Bjarti Vitalis Mørk - Jógvan Rói Davidsen, Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hløðversson (60. Dan í Soylu) Símun Samuelsen - René Shaki Joensen (75. Pætur Petersen), Sebastian Pingel (60. Ari Mohr Olsen)
Linfield: Rohan Ferguson - Chris Casement, Mark Stafford, Jimmy Gallacher, Niall Quinn - Jordan Stewart (75. Kirk Millar), Bastien Héry, Jamie Mulgrew, Joel Cooper - Daniel Kearns (71. Shayne Lavery), Andy Waterworth