Tað endaði við sannførandi 3-1 sigri til HB í Sarpugerði í kvøld. Síðstu vikurnar hevur HB vunnið ímíti NSÍ, KÍ og Víkingi, og nú er tað eitt stig fram til KÍ og fýra stig fram til NSÍ. Sunnudagin fær NSÍ vitjan av AB, og mánakvøldið fær KÍ vitjan av EB/Streymi.
Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var Víkingur, sum legði seg á odda 12 minuttir eftir steðgin, tá ið Jørgen Nielsen við høvdinum eftir fríspark úr vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. Tað var Aron Benjaminsen, sum við frísparki legði innfyri. Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Víkingi fór Aron Benjaminsen av vøllinum. Sambært dimma.fo fer hann mánadagin til Skotlands at hyggja eftir umstøðunum í Hearts og at samráðast um persónligu treytirnar fyri sáttmála við felagið.
Umleið 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið HB javnaði. Víkingarnir mistu í uppspæli í vinstru á egnari hálvu, og gestirnir gjørdu skjótt av. Í fyrstu atløgu hálvbjargaði Bárður á Reynatrøð í málinum, og so var miðvallarin Heini F. Sørensen fyrstur á returbóltinum, sum hann smekkaði í netið og so var 1-1.
HB hevði fríska lotið undan eftir steðgin, og eftir útjavnandi málið fekk HB av álvara um endan, meðan víkingarnir høvdu ilt við at fáa samanspælið at rigga, og teir vóru heilt sjáldan í HB brotsteiginum.
Ellivu minuttir undan leikloki bar HB yvirvágin 2-1 leiðslu við sær. Dan í Soylu legði við horna úr vinstru bóltin dygst undir málið, og hann endaði í netinum. Nú sigur dómaraseðilin, at Dan í Soylu er skrásettur fyri at hava skorað málið.
Víkingarnir royndu at vísa vilja í at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Heldur var tað HB, sum vann seg til støður og møguleikar, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað innskifti Ebiye Moses, sum mitt fyri málinum staðfesti søta sigurin eftir innlegg úr høgru frá Mathias Voss.
Tapið ber við sær, at tað av álvara er trýst á Víkingi í kappingini um europeisku atgongumerkini. Fremsti vegur hjá Víkingi út í Europa er nú sigur í ímóti KÍ í finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið um eina viku.











