(Valkeakoski-Sosialurin): Í kvøld klokkan sjey finska tíð, ið er tað sama sum klokkan fimm føroyska tíð, skal HB enn eina ferð royna seg í Europa Cup í Finnlandi. Útgangsstøðan hesa ferð er ikki so góð, sum hon var seinast. Fyri einum ári síðani var HB frammanfyri 2-0, tá teir fóru til Finnlands. Í kvøld er støðan 1-1. Í fjør tapti HB 4-0 á útivølli. Teir ásanna, at tað verður torført í góða summarveðrinum í Valkeakoski, sum er150 kilometrar norðanfyri Helsingfors, bæði tí útgangsstøðan er torførari hesa ferð, og eisini tí HB liðið ikki tykist vera so væl fyri nú, sum tað var fyri einum ári síðani. Men hóast hetta, so heldur venjarin, Ion Geolgau, at tað er ein møguleiki fyri, at tað kann eydnast at fáa eitt gott úrslit og kanska at koma víðari í næsta innleiðandi umfarið:
? Setningurin hjá okkum verður fyrst og fremst at halda tætt ta fyrstu løtuna. Í fjør gjørdu vit beinanvegin tvey stór mistøk í verjupartinum, tað kostaði tvey mál, og tað hevði aftur við sær, at longu tá 12 minuttir vóru farnir, var dysturin púra opin, og so taptu vit 4-0. Vit spældu betri í Finnlandi, enn vit gjørdu á heimavølli, vit høvdu fleiri møguleikar, og tí var tað spennandi alla tíðina. Teir skoraðu síðsta málið í yvirtíðini, men høvdu vit í staðin minkað um munin til 3-1, so vóru tað vit og ikki Vaasa, sum kom víðari í kappingini.
Tað er við royndunum frá í fjør í huga, at HB venjarin ætlar at leggja varðliga fyri, og á tíðindafundinum, sum Haka og HB í gjár høvdu fyri finsku pressuni og einasta føroyska pressuumboðnum segði venjarin, at hann lítur nógv á mest royndu spælararnar hjá sær, og tað kundu so Rúni Nolsøe og Hans Fróði Hansen, sum vóru til staðar á pressufundinum, heilsa hinum monnunum við altjóða royndum.
HB fer ta fyrstu løtuna at spæla við fimm monnum í verjuni, fýra á miðvøllinum og bara einum manni heilt frammi. Seinni er ætlanin at seta ein álopsmann afturat í fremstu røð. Í gjár vildi Ion Geolgau ikki siga so nógv um, hvussu liðið fer at síggja út, tí tað veldst um, hvussu tað verður við spælarunum, ið hava smáar snuddir.
Stórur áhugi
Tað tykist sum um at úrslitið í Føroyum passaði væl hjá teimum her í Valkeokoski. Tað er rúm fyri 3.408 áskoðarum á lítla stadionum, og í gjár varð upplýst frá felagnum, at teir rokna við, at tað fara at koma eina staðni millum tvey og trý túsund áskoðarar, og tað er ikki so lítið í einum landi, har fótbólturin ikki hevur sama áhuga sum t.d. frælsur ítróttur, íshockey og skíing.
Tað man lítil ivi vera um, at tað verður roknað við, at heimaliðið verður ágangandi, og at teir skulu skjóta fleiri mál og harvið so dyggiliga spæla seg í næsta umfarið. Vandin fyri HB ósigri og kanska ósigri uppá fleiri mál lúrir, men samstundis sær HB venjarin ein møguleika í, at um tað eydnast HB at halda tætt, so fara mótstøðumenninir í ótolni at leypa á við nógvum fólki, og so kann møguleikin koma hjá HB at gera málið á útivølli, sum teir skulu gera, um nakar hugsingur skal vera um at sleppa viðari í kappingini.
Fleiri fáa viðgerð
Klæmint Isaksen er fysioterapeutur hjá HB, og hann hevur ikki ligið á tí løtu síðuni, síðani ferðalagið kom upp á pláss. Jan Dam og Jákup Eli Olsen eru báðir í ferðalagnum, teir hava vant við so at siga fullari ferð, men tað er ikki stórt sannlíki fyri, at teir vera við á liðnum. Fleiri av teimum, sum spældu á heimavølli, hava verið plágaðir av skaðum.
Hans á Lag hevur havt bruna í einari tá, hann hevur vant lítið, men hann fer at spæla við, og Magni á Lakjuni var so óheppin undir venjing leygarmorgunin, at hann skaddi sær fótliðin. Hann hevur ikki vant nógv síðani, men undir venjingini fyrrapartin í gjár sá tað út til, at nógva viðgerðin fer at gera, at hann verður førur fyri at spæla.
Munurin
Ion Geolgau heldur, at úrslitini hesi bæði árini, liðið hjá honum hevur spælt í Europa Cup móti finskum mótstøðuliðum, hava víst, at tað er ikki serliga stórur munur á føroyskum og finskum liðfótbólti.
? Eg haldi, at liðið, sum vit spældu ímóti í fjør, var eitt betri lið, enn tað, sum vit spæla ímóti í ár. Finsku spælararnir eru einki betri enn teir føroysku, men útlendsku spælararnir, sum teir hava, lyfta liðið nakað. Ikki minst teir báðir russararnir eru góðir, og so hevur tað stóran týdning fyri liðið hjá teimum, at flestu spælararnir hava spælt saman í fleiri ár, og at teir tískil kenna hvønn annan heilt væl.
Ion Geolgau vónar tað besta. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu, tí mótstøðumenninir skoraðu eitt mál á útivølli, og so kann tað eisini fara at verða tyngjandi fyri HB, at summarveðrið er so gott. Tað verður svalligari klokkan sjey, enn tað verður fyrr á degnum, men tað telur hinvegin, at tað er tætt við trøum kring vøllin.
? Mínir spælarar skulu vera sera disiplineraðir, og tá má ikki koma fyri, at teir gera sovorðin mistøk, sum teir gjørdu í fjør, og sum teir eisini gjørdu, tá vit spældu á heimavølli í síðstu viku. Megna teir at halda høvdið kalt, so hava vit ein møguleika, men tað verður torført.