HB upp á silvurplássið

HB reistist við einum knúsandi stórsigri á arvafíggindunum sunnudagin. Samstundis má KÍ ásanna, at landskappingarvegurin til europiskan fótbólt nú er heilt langur

Fótbóltur

Undan dystinum sunnudagin hevði KÍ als ikki tapt á útivølli hetta kappingarárið, men tey hagtølini vórðu so ruddiliga ruddað burtur sunnudagin.
Úrslitið tosar nærum fyri seg í so máta, og tað var eisini skjótt greitt, at hetta avgjørt ikki varð dagurin hjá KÍ.

Barnasjúkur
Bara tveir minuttir vóru farnir, tá KÍ gav fyrsta dømið um, at teir hesa ferð als ikki vóru í rætta essinum til Formula-fótbólt. Gestirnir hildu seg í øllum førum hava góða tíð at stilla múr, tá HB hevði fríspark. Ivaleyst varð bíðað eftir, at Rasmus Nolsøe skuldi koma fram at skjóta, men ístaðin varð sent skjótt til Jákup á Borg, sum eins skjótt sendi inn til púra blankan Tór-Ingar Akselsen.
Hetta var eitt av klassisku dømunum um tær barnasjúkur  onkur vildi kanska sagt deyðssyndir  sum av og á verða framdar í fótbólti. Og klaksvíkingarnir vóru so langt ífra lidnir í so máta. Teir megnaðu annars at skipa tað, sum líktist einum veruligum trýsti móti HB eina løtu eftir leiðslumálið, og einar tvær-tríggjar ferðir gjørdist talan eisini um naskar royndir móti málinum hjá Bárði Johannesen.
HB tóktist samstundis í ferð við at fremja ein av klassisku brølarunum, sum liðið so oftani hevur framt í ár. Nevnliga at leggja seg ov djúpt, tá leiðsla er vunnin. Ætlanin var sjálvandi at lúra eftir kvikum kontrabóltum, og málið til 2-0 var júst dømi um slíkan. Og samstundis var tað enn eitt dømi um barnasjúkuna, tá annars garvaði Marek heldur óneyðugt misti bóltin á miðvøllinum, uttan at neyðuga uppbakningin var til staðar.

Spæligleði og máttloysi
Hetta seinna málið var helst tað, sum punkteraði dystin av álvara. Efitr steðgin fekk HB veruliga loyvi at rulla seg út. Onkur tók til, at spælið var nakað av tí besta, sum liðið hevur sýnt í ár, og tað er kanska nakað um tosið. Men samstundis er tað ein sannroynd, at tað er lætt at spæla, tá mótstøðan er mótfallin.
Hóast klaksvíkingar fyir tað nógva fluttu fólkið væl aftur um bólthaldaran, tá HB var í álopi, so var so eiðasørt við trýsti á sama bólthaldara. Tí slapp HB í longum løtum at koyra sítt spæl, og við máltalvuni í bakinum mundu mongu rennitúrarnir hjá klaksvíkingum kennast eyka tungir av tí sama.
Dysturin kundi kanska tikið eina vend, tá Paul Clapson stútaði hornaspark móti málinum, men undirsíðan av tvørtrænum bjargaði HB, su m stutt eftir slerdi sigurin rimmar fastan. Hesa ferð tá Rókur fekk bæði tíð og pláss at draga uttan fyri brotsteigin.
Og so var leyst og liðugt. Rógvi Jacobsen fekk sær eitt mál móti barndómsfelagnum, tá markeringarnar hjá KÍ enn einaferð sviku, og tó at Rasmus Nolsøe var óheppin at gera sjálvmál, so nart hetta ikki við spælihugin hjá vertunum, sum eisini goymdu vakrasta máloið til seinast. Hetta tá Jákup á Borg og Kári Nielsen einsamallir runnu alt og øll niður í einum ferðmiklum kontra-raidi.

Vegurin til Europa
At grannarnir úr B36 samstundis taptu ber við sær, at HB nú er á silvurplássinum á stigatalvuni. Eftir lemjandi ósigurin fyri EB/Streymi í steypakappingini er landskappingin einasti vegurin til Europa, og tann møguleikan helt HB altso fast um og styrkti.
Hjá KÍ er vegurin umvegis Formula-deildina nú vorðin heilt langur. Lítið er tí at ivast í, at teir fyrst og fremst vilja leggja doyðin á steypakappingini, har Skála bíðar í hálvfinaluni. Ein hálvfinala, sum væl kann vísa seg at útloysa inntøkugevandi UEFA-atgongumerkini, um tað skuldi hent seg, at EB/Streymur basur B36 í hinari hálvfinaluni.