HB víðari við neyð og deyð

HB skal í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið spæla á heimavølli ímóti TB. Tað er greitt, eftir at HB seinnapartin hevur vunnið 3-2 í Fuglafirði.

Favorittarnir úr Havn vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Landsliðsspælararnir Jákup á Borg og Andrew av Fløtum skoraðu málini, tá ið 30 og 35 minuttir vóru farnir.

Eftir steðgin økti Andrew av Fløtum til 3-0 við brotssparki, og avgjørt einki bendi á, at tað skuldi gerast spennandi. Men so fekk ÍF um endan. Áki Petersen minkaði um munin til 1-3 við brotssparki, og sama spælari minkaði um munin til 2-3 við brotssparki.

Fróði Benjaminsen hjá HB sá reytt, og síðstu løtuna var tað heilt spennandi. Men tað var HB, sum slapp úr Fuglafirði við atgongumerkjunum til fjórðingsfinaluna.