Fótbóltur
Eins og flestu aðra staðni kring landið, so vóru fótbóltslíkindini so langt ífrá av teimum bestu, tá HB og VB brustu saman í Gundadali sunnudagin.
Illfýsna lotið lá eftir vøllinum, og ígjøgnum størsta partin av dystinum var hetta eisini til miklan ampa hjá leikarunum á liðunum báðum, soleiðis at tað vera hampuliga sjáldan, at nakað veruligt skipað fótbóltsspæl var at síggja.
Sjokkbyrjan
Fyrra hálvleikin vóru tað vágbingar, sum høvdu vindin undan, men fyri tað mesta, so gav hetta ikki útslag í nakrari leikligari yvirvág.
Kanska var tað eisini orsakað av skelkinum, sum teir fingu longu í øðrum minutti. HB vann sær hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, stóð Hans á Lag merkiliga leysur í brotsteiginum, og uttan stórvegis hóvasták fekk hann stundir til fyrst at temja og síðani at smekka bóltin í kassan.
Hetta gav líka sum VB ein ordiligan frammaná. Í øllum førum var tað fyrsta hálvan tíman av dystinum, at vágbingar vóru rárir gestir á HB, hálvuni, hóast tað skilabesta helst hevði verið at gjørt eina roynd at fingið mál í nógva undanvindinum. Soleiðis gjørdist tað fyri tað mesta HB, sum var spælstýrandi, og hóast teir ikki satsaðu nakað serligt frameftir, so var tað í fleiri førum um reppið, at leiðslan varð økt. Eisini hóast HB tyil dystin mátti vera Nocko Jokivic fyri uttan, tí danin hevur onkran skaða í rygginum at dragast við.
Seinasta triðingin av hálvleikinum tók VB tó alsamt meira yvir, og teir komu eisini til onkrar líkinda møguleikar. Hin størsti mundi vera, tá Nenad sera hegnisliga dróg seg leysan í høgra borðið, men hann valdi at skjóta úr spískum, heldur enn at spæla útfrá, og so var tann møguleikin líka sum farin fyri skeyti.
Eitt langt trýst
Seinna umfarið var tað HB, sum hevði vindin við sær. Tað var eisini skjótt greitt, at teir ætlaðu at gagnnýta hetta, so dysturin kundi fáa eina endaliga avgerð, men hóast nógv trýst og fleiri góðar møguleikar, so gekk sera striltið at umseta leikligu yvirvágina til mál. Aloftast tí royndirnar frá HB-leikarunum vóru ov óneyvar, umframt at Bjarni Johannesen einar tveir ferðir framdi framúr góðar bjargingar.
Tað var ongan tíð soleiðis í seinna hálvleiki, at HB-sigurin varð hóttur, men tað mundi tó kennast sum ein stórur lætti, tá Andrew av Fløtum eitt korter fyri leiklok avgjørdi. Tað sá kanska ikki serliga vandamikið út, tá HB enn einaferð tóktist at hava mist bóltin á veg niðan móti VB-brotsteiginum. Andrew hevði tó sæð møguleikan, tá bólturin hoppaði nakað uttanfyri brotsteigin, og við einum dómadagsskoti smekkaði hann til móti nærmasta stólpa. Helst hevði Bjarni ikki roknað við nøkrum skoti, og í øllum førum stóð hann heldur illa plaseraður, soleiðis at bólturin kundi leggja seg til rættis í meskunum.
Hetta tók seinastu luftina úr vágbingunum, og høvdu teir havt lítið at bjóða upp á undan hesum, so gjørdist seinasta korterið bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga. Tað fingu teir sum so eisini, men við seinasta sparkinum í dystinum kundi Rógvi Jacobsen tó staðfesta sigurin, sum eitt flott punktum fyri einum av teimum fáu væl gjøgnumspældu álopunum. Alt endaði við, at Jón Rói legði bóltin fyri føturnar á Rógva, og hann smekkaði til fyrstu ferð, og Bjarni Johansen fekk bert hugt at, meðan knallharða skotið smoygdi sær inn um stólpan.
Viljin at vinna
Við sigrinum legði HB seg - í øllum fyri ein dag - á fremsta plássið í kappingini, og tað í sjálvum sær er sjálvsagt nakað, sum teir reyð/svørtu fegnast um.
Hinvegin munnu teir tó vera fult greiðir um sannlíkindini fyri, at oddasessurin í fyrstu atløgu bert er til láns, týdningurin av sigrinum, kann tó neyvan yvirmetast.
Undir øllum umstøðum inniber hetta, at talan verður um eitt slag av finalu, tá HB um tvær vikur fer til Ruinavíkar at spæla. Av teimum fýra dystunum, sum havnarliðið hevur eftir, er tann í Runavík í øllum førum tann torførasti á pappirinum, meðan hini tríggir á sama pappíri eiga at kasta níggju stig av sær. Tá er nevnliga talan um dystir móti teimum trimum liðunum, sum eru niðast á stigatalvuni, og hóast hesi væl kunnu gerast treisk, so átti HB-liðið at havt neyðugu dygdirnar at vunnið hesar dystirnar.
Ein av hesum dygdunum verður uttan iva stríðsandin, sum nú veruliga tykist vera komin á liðið aftur. Tað var eisini neyðugt við hesum sunnudagin, tí umstøðurnar gjørdu tað sera trupult at spæla nakað polerað fótbóltsspæl, men sum heild mundu leikararnir eisini leggja vertin á hetta. Týdningarmest var, at trý stig komu burtur úr dystinum.
Dysturin í tølum
HB-VB 3-0 (1-0)
1-0: Hans á Lag, 2
2-0: Andrew á Fløtum, 78
3-0: Rógvi Jacobsen, 90
Dómari: Niklas á Líðarenda. Vánaligu fótbóltslíkindini gjørdu, at steðgirnir í spælinum vórðu nógvir í tali, men hóast hetta, so megnaði dómarin kortini at halda gongd í spælinum størsta partin av tíðini.
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru, Rógvi Jacobsen ? Tor-Ingar Akselsen, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
VB: Bjarni Johannesen ? Magni Jacobsen, Eyðún Jacobsen, Michael í Lágabø ? Mortan úr Hørg, Marek Wierzbicki, Palli Augustinussen, Jón Gærdbo, Jón Pauli Olsen ? Dan Djurhuus, Nenad ivanovic