HB venjarin upp á tal í Klaksvík

Nógir føroyskir venjarar við góðari útbúgving hava einki felag í bestu deildini at venja

 

venjarar


Hvør verður venjari komandi ár. Hetta er ein spurningur, sum tað í fótbóltsumhvørvum kring alt landið verður tosað um. Fleiri møguleikar verða nevndir í fleiri feløgum, og so er spurningurin, hvussu kabalin fer at ganga upp.

Týsdagin vitstu vit at siga, at VB hevði gjørt sáttmála við ein nýggjan jugoslaviskan venjara, og at hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen og høvuðsungdómsvenjarin hjá Fótbóltssambandinum, Jógvan Martin Olsen, komandi ár skal standa á odda fyri besta liðnum hjá NSÍ.

Undanfarin ár hevur fleiri ferðir ljóðað, at hann hevur verið ein møguleiki sum venjari í Klaksvík, men tað verður hann so ikki komandi ár.


Framhald

Tað er greitt, at Johan Nielsen fer at halda fram sum venjari hjá GÍ. Piotr Krakowski, sum í fleiri ár hevur verið venjari hjá feløgum, sum hava stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting og sum eru flutt niður, er saman við B36 á veg ímóti meistaraheitinum. Í fjør var hann hjálparvenjari hjá B36, men tá svenski venjarin stakk í sekkin, fekk Piotr ábyrgdina.

Tað ljóðaði í vetur, at B36 arbeiddi við onkrum øðrum møguleikum, men tað spurdist einki burturúr, og so helt Piotr Krakowski fram. Tað eru bæði tey í B36 og venjarin fegin um. Teir hava møguleikan fyri fyrstu ferð nakrantíð av vinna bæði steypakappingina og FM heitið. Steypasigurin varð vunnin ólavsøkudag, og tað er stórur møguleiki fyri, at meistaraheitið verður vunnið nú sunnudagin. Piotr er væl lýddur millum spælararnar og í B36 leiðsluni. Góðu úrslitini hava styrkt um hansara støðu í føroyskum fótbólti, og tí er eingin ivi um, at B36 og Piotr Krakowski eisini komandi ár fara at samstarva.


Ion upp á tal í Klaksvík

Í síðstu viku skifti HB tvær ferðir venjara. Fyrst segði Ion Geolgau upp, og so varð hann settur aftur í starvið, tí spælararnir so inniliga vildu hava hann aftur, var almenna fráboðanin.

Ion hevur sáttmála við HB til og við 2003, men vit skilja á lagnum, at millum fleiri, sum standa HB leiðsluni sera nær, er góður hugur at skifta venjara. Eftir at hann bæði hevur lagt frá sær og er settur aftur, og eftir vánaligu gongdina í ár, er støðan hjá venjaranum í HB ikki tann, sum hon hevur verið. Tað eigur ikki at vera serliga hugaligt hjá honum at fara undir fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár, og tí er væl skiljandi, um Ion einki hevði havt ímóti at skifta felag.

Í Klaksvík er tvey ára sáttmálaskeiðið hjá Tomislav Sivic og KÍ liðugt. Stóru fíggjarligu stuðlarnir hjá KÍ verða kunnaðir, áðrenn avgerðin verður tikin um, hvør komandi ár skal standa á odda fyri KÍ. Vit skilja á lagnum, at nú er avgerð tikin um, at felagið skal hava nýggjan venjara. Stuðlarnir eru kunnaðir um, hvørjum loysnum tað verður arbeitt við.

Sambært tí, sum vit hava frætt, hava trý nøvn verið nevnd. Eitt teirra er HB venjarin, Ion Geolgau. Vit hava skilt, at klaksvíkingar eru ikki so lítið áhugaðir at fáa HB venjaran norður, og ? sum omanfyri nevnt ? so hevði tað neyvan verið so trupult at fingið HB og Ion Geolgau við upp á hugskotið.

Um hetta verður loysnin, so er tað ikki fyrsta ferðin, at ein fyrrverandi HB venjari verður venjari hjá KÍ. Í níti árunum var fyrst Sverri Jacobsen venjari í Klaksvík, eftir at hann hevði vant HB, og so kom Jóannes Jakobsen úr HB og til Klaksvíkar at vera venjari.

Hini bæði nøvnini, sum eru nevnd í Klaksvík, eru væl kend í KÍ. Talan er um Oddbjørn Joensen, sum í áttati árunum var á KÍ miðvøllinum og sum seinni spældi við HB. Oddbjørn var seinnapartin av 1997 venjari hjá HB. Frammanundan hevði hann verið hjálparvenjari í B68 og HB og venjari í Leirvík. Tey seinastu árini hevur Oddbjørn verið venjari hjá AB.

Triðja navnið, sum hevur verið upp á tal í Klaksvík, er Kurt Mørkøre. Hjá honum er tað næstan, sum tað var hjá Morten Olsen og danska landsliðnum. Tað tykist ikki vera ein spurningur, um hann skal vera venjari hjá KÍ, men heldur nær hann skal verða venjari. Kurt hevur eisini komandi ár sáttmála við Sogndal, men tað verður neyvan nakar trupulleiki hjá KÍ at keypa hann leysan. Kanska verður Kurt ikki venjari hesa ferð í barndómsfelagnum, men so verður hann um eitt, tvey, trý ella kanska fýra ár.

Um tað endar við, at KÍ og Ion Geolgau finna saman, so eigur tað ikki at útilokast, at Tomislav Sivic verður venjari hjá HB. Jugoslaviski venjarin fekk sera gott skoðsmál frá HB spælarunum, tá teir frá 1997 og inntil í fjør plagdu at hyggja at venjingini hjá Tomislav Sivic og B36.


Friðarligt

Hjá EB/Streymi hevur tað gingið ógvuliga væl, síðani felagsliðið ? eftir fleiri ferðir at hava verið aðra staðni eftir venjara ? valdi lokalu loysnina. Tað man vera sannlíkt, at Bergur Magnussen aftur komandi ár verður knýttur at felagnum, men tað hevur ljóðað, at fyrrverandi venjarin á Skála, Eugen Voda, hevur verið upp á tal til onkran leiklut á Eiði. Inntil fyri stuttum var hann bæði málverji og venjari á Skála.

Í Vágum og á Sandi bíða teir eftir, hvussu tað fer at tørna út. Tað vil siga, um liðið hjá teimum komandi ár verður í 1. ella 2. deild. Kári Reynheim hevur verið venjari hjá B71. Í Vágum hava Albert Ellefsen og Jonhard Joensen havt ábyrgdina síðani undan summarsteðginum. Tað hevur eydnast hjá teimum báðum at venda hugburðinum. Um tað er nóg mikið fyri at bjarga liðnum undan niðurflyting er ikki greitt enn. Men teir hava við sínum arbeiði staðfest, at tað eru góð evni í Vágum, og tí man tað undir øllum umstøðum vera møguleiki fyri, at teir báðir fara at halda fram.


Boðini

Jóannes Jakobsen hevur nú verið venjari á Toftum í tvey ár. Tað gekk long tíð frá endanum av kappingarárinum í fjør, og inntil tað var greitt, at Jóannes fór at halda fram á Toftum. Enn hevur einki verið at frætt um, hvussu teir í B68 fara at loysa venjaraspurningin fyri komandi ár.

Fyri ikki so nógvum árum síðani var tað soleiðis, at tað var ikki fyrrenn kappingarárið var gott og væl av, at tað var farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Nú verður arbeitt við sovornum spurningum so at siga alla tíðina. Tí kann tað roknast við, at tað fara ikki at ganga nógvir dagar, inntil tað fer at frættast, hvørjir venjarar fara at venja 1. deildarfeløgini komandi ár.


Evnini

Í níti árunum gjørdi Fótbóltssambandið nógv við at útbúgva føroyskar venjarar. Av teimum, sum tá fingu hægstu útbúgvingina, tykist tað vera greitt, at tríggir hava fingið starv í bestu deildini komandi ár. Teir eru Johan Nielsen, Jógvan Martin Olsen og Albert Ellefsen.

Fleiri venjarar, sum í níti árunum vóru venjarar í bestu deildini, hava ikki verið venjarar í 1. deild í ár, og tað er greitt, at onkur, sum hevur verið venjari í ár, ikki fer at halda fram í starvinum komandi ár. Hjá onkrum hava persónlig viðurskifti havt við sær, at teir hava gjørt av at gera minni við venjarayrkið, meðan aðrir ikki hava fingið bjóðað venjarastarv.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tey feløgini, sum ikki enn hava fingið venjaraspurningin greiddan, hava fleiri møguleikar at kanna. Her verður hugsað um t. d. Petur Simonsen, Petur Mohr, Meinhardt Dalbúð, Trygva Mortensen, Harry Benjaminsen, Jógvan Norðbúð, Sverra Jacobsen og Páll F. Joensen.