Fótbóltur
Seinastu umførini tykist HB veruliga hava fingið glið á bæði spæl og málskjóting.
Kanska hevur mótstøðan ikki verið tann mest ræðandi, tá bæði Skála og B71 hava vitjað í Gundadali, men sigrarnir hava lyft liðið á stigatalvuni, og uttan iva hava hesir eisini skumpað væl undir sjálvsálitið í hópinum, sum annars hevur verið nakað slitið.
HB hevur harafturat verið í teirri sjáldsomu støðu, at liðið ikki hevur verið tagað sundir av landsliðsferðingini, tó at U21-hópurin hevur kravt sín part. Men tí hava fortreytirnar hjá venjarunum verið munandi betri, enn tær hava verið fleiri aðrastaðni.
Hjá B68 hevur størsti vansin í so máta verið, at høvuðsvenjarin, Bill McLoud Jacobsen hevur verið burturstaddur við U21-liðnum, men venjingarnar hava tó verið í góðum hondum, skilst, og so er spurningurin, um toftamenn megna at halda fast í góðu gongdini, sum hevur eyðkent liðið síðani summarsteðgin, soleiðis at seinastu fetini kunnu takast frá niðurflytingarvandanum.