nýtt navn
Hóast navnið er nýtt, er dygdin hin sama. Føroya Gluggi og Vatnsoyra Snikkaravirki hava meiri enn 30 ára royndir innan framleiðslu av vindeygum og hurðum til føroyska marknaðin og føroyska veðurlagið.
Tað var í Ålesund í 1959 at Harald Kvasnes, sum hevði arbeitt við vindeygum sum serøki, uppfann tað framúrskarandi vindeygað, har ramman kundi snarast allan vegin runt um egna ás, soleiðis at til bar at standa inni og vaska útsíðuna. Navnið gjørdist »Husmorvinduet« sum ein heiður til hennara, sum tá í tíðini stóð fyri reingerðini av húsunum.
Vindeygað, sum upprunaliga æt »Husmorvinduet«, eitur nú HDYGD-vindeygað. Tað verður gjørt úr tí tilfari, sum sambært okkara drúgvu royndum er best egnað til føroysk viðurskifti. Bæði trævindeygu og altanhurðar verða latin við 10 ára trygd.
Umframt egna framleiðslu umboðar og innflytir HDYGD dygdargóðar hurðar og vindeygu.
Nýggja navnið HDYGD umboðar søguna, royndirnar, handverkið og støðugu menningina av bæði framleiðslu og vøruúrvali.
Avgreiðsla og vøruframsýning er á Vatnsoyrum, har til ber at síggja okkara fjølbroytta úrval og fáa ráðgeving og vegleiðing frá okkara royndu og kønu fólkum.