Heðin: Ein treyt at vit vinna

Seinasti dysturin í 9. umfari í Vodafone deildini verður leiktur í kvøld. Við Margáir tekur EB/Streymur ímóti B68. Liðini liggja á ávikavist sætta og sjeynda plássi, men tað er ikki langt upp til oddin.

- Um vit skulu verða ein partur av betra endanum, so er tað ein treyt at vit vinna í kvøld. B68 er eitt gott lið, sum hevur svinga eitt sindur í ár, men tá tað gongur væl hjá teimum, so eru teir sera sterkir, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
EB/Streymur spældi hósdagin í Gundadali ímóti B36 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
- Eg trúgvi ikki at tað kemur at hava tann stóra týdningin. Vit hava havt ein dag longri at hvílt enn hini liðini sum spældu hálvfinalur og vit hava eisini hvílt nógv, sigur Heðin um ávirkanina, ið hálvfinalan kann fáa á dystin í kvøld.
Tað hevur gingið illa hjá B68 seinastu tríggjar dystirnar. Tað hava tapt fyri HB og NSÍ og fingu bara javnt á heimavølli ímóti argjamonnum.
– Vit hava fingið fleiri skaðar í seinastuni. Eitt nú Ndende, sum ein tann týdningarmiklasti spælarin hjá okkum, men vit hava eisini havt tvey leikbann og smáskaðar. Tað spælir alt inn, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68.
B68 liggur á sjeynda plássi við 10 stigum, sum er eitt færri enn mótstøðuliðið í dag, EB/Streymur.
- Vit gera sum vit gjørdu ímóti eitt nú HB í Gundadali og ímóti Víkingi á Toftum. Tá valdu vit at spæla við tveimum framherjum og tveimum ágangandi vengrum. Vit skoraðu trý mál í Gundadali, men tað var tíverri ikki nokk. Tað plagar at verða spennandi tá vit spæla og tað verður tað aftur í kvøld, sigur Bill M. Jacobsen