Heðin flestar atkvøður

Í VikuskiftisSosialinum 7. januar í ár skipaðu vit fyri eini sms-kapping um, hvat av teimum 14 listarverkunum, sum vóru við í kappingini um at prýða uttan fyri fimleikarhøllini Fimi á Tórsvølli.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at ávísur partur av hvørjari stórari verkætlan skal brúkast til listprýði. Hetta er gjørt í Skúlanum við Løgmannabreyt, verður gjørt í Skúlanum á Argjahamri og nú eisini í Fimi.

Uppskotið hjá Guðrið Poulsen vann kappingina, men øll hini verkini vórðu sýnd fram á framsýning í Fimi í januarmánaði, og tað var í hesum sambandi, at lesarar kundu siga sína hugsan.

Á fyrsta plássi kom Heðin Ferjá Heldarskarð við 42 prosentum, á øðrum plássi Ole Wich við 21,7 prosentum meðan fýra onnur komu á triðja pláss.