Heðin vil leypa á

Ársins venjari, Heðin Askham hevur havt eitt gott fótbóltsár, har hann hevur vunnið steypagull og silvur í landskappingini, umframt at hava góð úrslit við U-21 landsliðnum. Álopsfótbóltur er vørumerki.

Tann siðiligi og væl funderaði høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi er skjótur at geva øðrum lut í heiðurinum, nú hann er valdur ársins venjari av hinum venjarunum, liðskiparunum og ítróttarpressuni. – Tann fyrsti maðurin sum eg havi hug at nevna er hjálparvenjarin, Finnbjørn Zachariasen. Finnbjørn er maðurin, sum eg havi sparrað við í alt ár, og vit hava eina ótrúliga góða kemi. Finnbjørn hevur verið sera týðindi fyri meg. Eg vil eisini nevna formannin í EB/Streymi, Rólant Højsted, sum eisini hevur verið góður at sparra við, og hevur altíð lagt oyra til og tikið til eftirtektar tað sum vit ynska, og hevur altíð hjálpt tað hann kann, slær Heðin Askham fast, tá vit seta honum stevnu undir Fjalli í vesturbýnum í Havn.
Tað sosiala hevur eisini týdning
Heðin undirstrikar eisini, at liðleiðarnir, massørarnir og fysioterapeutarnir hava eisini sín stóra lut í teimum úrslitunum, sum EB/Streymur hevur rokkið. – Hini sum ganga rundan um okkum við Margáir hava eisini ógvuliga nógv at siga í tí smáa. Køkurnar hava fingið nógva umrøðu, men tær hava eisini havt nógv at siga fyri hópin, sum ein savningarmiðdepil, aftaná venjingar í vikuni. Árið hjá okkum hevur verið ógvuliga gott sosialt, greiðir Heðin sannførandi frá, eisini fyri at leggja herðslu á, at tann parturin hevur stóran týdning, tá um eitt fótbóltslið ræður. – Eg haldi avgjørt, at alt hetta smittar av út á vøllin.
Frástøðan er ein avbjóðing
Neyvan er tað nakað fótbóltsfelag í Føroyum, sum fevnir so víða, tá talan er um eitt landafrøðiligt økið. Spælarar og viðhaldsfólk strekkja seg líka úr Kollafirði norður gjøgnum alt Sundalagið, og líka til Gjáar. – Henda frástøðan gevur eina eyka avbjóðing. Tú kanst ikki bara kalla mennirnar inn í tíð og ótíð. Tá ein leggur venjingartíðir til rættis, so má ein veruliga halda hesar venjingartíðirnar. Tá vit spæla dystir, so savna vit spælarnar fimm korter áðrenn dystarbyrjan, meðan feløgini í Havn brúka meir leistin, at spælarnir allir eta saman, og so hvíla teir aftaná máltíðina. Men hetta ber illa til við Margáir, tí vit hava ikki nakað rúm, har spælarnir kunnu hvíla seg. Spælarnir eta, fyrireika seg og hvíla heima, og møta so við Margáir fimm korter áðrenn dystarbyrjan.
Góður uppbakningur
Heðin er hugtakin av tí stóra felagsandanum, sum er í EB/Streymi: - Eg haldi, at stuðulin til felagið er sera stórur, og tað eru veruliga nógv fólk, sum hava eitt tilknýtið til felagið. Hesi arbeiða øll hart í felagnum, tað er veruliga eitt stórt tól sum skal til, fyri at fáa EB/Streym at koyra. Og eg haldi veruliga, at tær góðu kreftirnar har norðuri, eru veruliga góðar, staðfestir ársins venjari, sum ikki sparir uppá rósirnar til øll tey sum geva sítt íkast til, at tað gongst EB/Streymi væl.
Spæla álopsinnaðan fótbólt
Heðini dámar eisini væl hugsanarháttin hjá sundalagsfólki, tá um fótbólt ræður: - Vørumerki hjá EB/Streymi er at teir spæla veruliga góðan fótbólt. Eg havi eisini veruliga lagt mær í geyma at framala gott fótbóltspæl, og at spæla álopskendan fótbólt, greiðir Heðin frá, og hann dylur ikki, at hann stórtrívist í einum umhvørvi, sum hevur eina so grundleggjandi, jaligan fótbóltshugburð. – Vit vilja gjarna spæla høgt uppi á vøllinum, og spæla tann fótbóltin, sum áskoðarnir dáma at hyggja eftir. Tað er hugsandi, at tað sum hevur tømt fleiri áskoðaraskýli í Føroyum er, at fleiri lið spæla alt ov verjukendan fótbólt, og tað eru eisini ógvuliga fá, sum tíma at hyggja eftir slíkum fótbólti. Heðin dylur ikki, at hann deilir hesa fatanina, og at tað er einki so keðiligt, sum at fara til ein fótbóltsdyst, har bæði liðini grava seg niður. – Og so eru tað hesir dystirnir við longum bóltum, tað er næstan sum at hyggja eftir einum tennisdysti, slær àrsins venjari fast. – Sjálvur vil eg spæla fótbólt við góðum sendingum, og liggja høgt uppi á vøllinum! Komandi fríggjadag klokkan 15.15 verður ein longri útvarpssamrøða við Heðin Askham á Ràs2.