Heartist vístur á DR2 í kvøld

Heimildarfilmurin um Sigrunna Gunnarsdóttir verður sýndur á DR2, í kvøld klokkan 21:40.

Umframt hesa sýning, verður filmurin tøkur á stroymingartænastuni DRTV.

 

HEARTIST er forvitnisligur heimildarfilmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir. 

 

Við leikstjórunum Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein estetisk og nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Men hvør er kvinnan handan verkini?

Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki – eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?

 

Rógvi Rasmussen er myndamaður, og Ólavur Jákupsson hevur gjørt tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.

 

Heimildarfilmurin vann heiðurin sum besti dokumentarfilmur, á altjóða filmsfestivalinum DOC LA.