Heavy Metal tónleikurin fyllir 50 ár í dag

Tað eru í dag 50 ár síðani, at tungmálmstónleikurin, heavy metal, kom í henda heim.

Serfrøðin vil vera við, at hetta hendi, tá Black Sabbath gav eina plátuútgávu út, og hetta hendi 13. februar í 1970. Tá kom Black Sabbath við útgávuni, ið var sjálvnevnd, ella sum  bara nevndist Black Sabbath.

Við útgávuni hjá Black Sabbath byrjaði nakað nýtt. Tá komu dreingirnir úr Birmingham við útgávuni, sum setti eitt mark millum fyri og eftir hesa útgávuna.

Bólkurin varð stovnaður í 1968 av Ozzy Osbourne, Tommy Iommi, Geezer Butler og Bill Ward. Nógvar útskiftingar hava verið í bólkinum tey árini, bólkurin var virkin.

Høgni Djurhuus, Black Sabbath fjeppari og útvarpsmaður, vitjaði í morgun í útvarpsstovuni í Kringvarpinum, og í sendingini Góðan morgun Føroyar greiddi hann frá bólkinum og útgávuni. Innslagið hoyrist her:

https://kvf.fo/gmf?sid=104750

##med2##

##med3##