Heðin heldur fram

Víkingur hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við U21 landsliðsspælaran Heðin Hansen

Víkingur boðar í kvøld frá, at U21 landsliðsspælarin Heðin Hansen eisini í 2015 verður at síggja í ljósabláu Víkinga troyggjuni.

Heðin Hansen hevur rættiliga fingið um endan á besta liðnum í ár. Hann hevur sum oftast verið millum teir fyrstu ellivu, og hann hevur skorað fimm mál.

Hóast sín unga aldur hevur Heðin Hansen longu altjóða royndir. Umframt fyri Víking í europeisku kappingini hevur Heðin spælt tríggjar dystir á U21 landsliðnum.

Á heimasíðu felagsins fegnast teir um, at Heðin Hansen, sum altíð hevur spælt fótbólt í Sarpugerði, heldur fram í felagnum og harvið styrkir um lokala profilin, sum tað í felagnum verður gingið høgt uppí.