Heðin skoraði fínt HB sigursmál

NSÍ megnaði at svara aftur og javna eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum, og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at Heðin Hansen við fínum langskoti skoraði sigursmálið

Síðsta bríksl hevur verið í Runavík, og harvið er 12. umfar liðugt. HB riggar til at fara í undirsjóvartunnilin við 3-2 sigri og trimum stigum, sum bera við sær, at tvíkappingin millum Víking og HB heldur fram. Eftir 12 dystir hava bæði Víkingur og HB 33 stig.

 

Talan var um stóran dramatikk fram ímóti dystarenda. 3-2 sigursmálið skoraði miðvallarin Heðin Hansen, tá ið hann úr 23 metrum setti innarusíðuna undir bóltin, sum smoygdi sær dygst inn við stólparótini. Tá var stórur fagnaður í HB leguni, og tá var vónbrotið stórt í heimaleguni.

 

HB økti tíggju minuttir eftir steðgin um leiðsluna til 2-0. Innskifti Leivur Fossdal Guttesen og Hanus Sørensen áttu uppspælið í høgru, og tá ið Hanus legði innfyri, var miðvallarin Sammy Skytte heilt leysur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

So hevði HB fult og heilt tak á tí. Longu í 10. minutti , legði HB seg á odda 1-0, tá ið Mikkel Dahl kom ímillum afturlegging og sneiddi framvið málverjan, áðrenn hann trillaði bóltin í málið.

 

Tá ið støðan var 2-0, kendist tað sum um, at HB hevði fult og heilt tak á tí, og tað gekk striltið hjá NSÍ, sum royndi at svara aftur.

 

Og so var tað sjey minuttir undan leikloki, at NSÍ eftir lítlari løtu skoraði tvey mál. Tað fyrra skoraði vongverjin Pætur Hentze við langskoti úr høgru. Bólturin sigldi omanfyri málverjan og í handara síðunetið. Og NSÍ spælararnir høvdu ikki meiri enn fingið armarnar niður aftur, tá ið teir aftur skoraðu. Nú var tað eftir innlegg úr vinstru frá innskifta Búa Egilsson, at Petur Knudsen javnaði. Í fyrra førinum sendi hann bóltin í stólpan, og so var hann fyrstur á returinum og setti bóltin í málið.

 

NSÍ brúkti nógva orku fyri at svara aftur, og kanska sá tað út til, at HB hevði yvirskotið, sum tað var neyðugt fyri at vinna, meðan NSÍ spælararnir vóru fegnir um javnleikin.

 

-Tað var vónbrot, tá ið vit eftir lítlari løtu mistu at síggja til tryggu leiðsluna, men eg má rósa spælarunum fyri, at teir megnaðu at reisa seg aftur og skora sigursmálið, sigur HB venjarin Adolfo Sormani í samrøðu við Sigurjón Einarsson í FM1 útvarpinum.

 

-Hetta er øgiliga stórt vónbrot. Vit lógu undir við tveimum málum og megnaðu at javna. Tá høvdu vit havt fleiri góðar støður og skoraðu tvey mál eftir lítlari løtu. Tað var ikki tilvitað, at vit fóru í verjustøðu, tá ið støðan var 2-2. Síðsta málið og eisini hini bæði fyrru vóru orsøk av ikki góðum verjuspæli. Tað fyrsta var eftir kiksaða afturlegging, tað næsta var, tá ið ein var leysur mitt fyri málinum, og tá ið teir skoraðu síðsta málið, vóru níggju av okkara millum bóltin og málið, sigur Klæmint A. Olsen liðformaður hjá NSÍ.

 

NSÍ er á fjórða plássi við 19 stigum. Tað eru átta stig fram til KÍ, og tað eru trý stig aftur til B36.