Hegga er venjari í høvuðsstaðnum

Undrið FF hevur í kvøld boðað frá, hvør fer at standa við stýrisvølin, nú felagið fer at royna seg í næstbestu deildini

Mynd: Undrið FF

Undrið FF flutti í heyst upp í næstbestu deildina, og í kvøld hevur felagið boðað frá, hvussu venjaratoymið sær út, nú felagið er farið undir fyrireikingarnar til nýggju avbjóðingina, sum er at halda tørn um plássið í næstbestu deildini.

 

Undrið FF skrivar soleiðis í kvøld:

 

Í kvøld hevur Undrið havt leikarafund í sambandi við, at nýtt venjaratoymi er avdúkað til komandi kappingarár.

 

Høvuðsvenjari verður Hegga Samuelsen. Afturat honum vera Símun Waag Høgnesen og Leivur Simonsen hjálparvenjarar.

 

Hegga Samuelsen hevur drúgvar royndir sum venjari. Millum annað hevur hann staðið á odda fyri besta liðnum hjá ÍF og 07 Vestur í fremstu deildini. Síðani 2017 hevur hann verið hjálparvenjari hjá U-21 landsliðinum.

 

Símun Waag Høgnesen hevur verið partur av felagnum í nógv ár, bæði sum leikari og venjari. Símun hevur eisini drúgvar royndir úr øðrum feløgum.

 

Leivur Simonsen hevur áður spælt við Undrinum í fleiri ár. Hann er farin undir A-venjara útbúgving, og hevur seinastu árini verið venjari í ungdómsdeildini hjá FC Hoyvík.

 

Undrið ynskir teimum bestu eydnu, við vón um eitt gott kappingarár!

 

Mynd: Undrið FF